Kringvarpið endurtók í Degi og Viku páhald, sum skuldi stuðla undir at løgmaður sigur ósátt og klipti tvey brot við Johan Dahl og Reimund Langaard uppí sendingina har tað kom fram at hesir vóru í andstøðu til Løgmann
Kringvarpið endurtók í Degi og Viku páhald, sum skuldi stuðla undir at løgmaður sigur ósátt og klipti tvey brot við Johan Dahl og Reimund Langaard uppí sendingina har tað kom fram at hesir vóru í andstøðu til Løgmann
(red: Tann 20. nov. var hendan greinin løgd út á nordlysid.fo har vit ákærdu kringvarp.fo fyri at lúgva. Hetta var alt ov sterkt orða í mun til tað sum sagt var í kringvarpinum og biðja vit sjálvandi um umbering fyri hetta. Tí henda rætting og endurprenting av grein.)
Vísandi til ein skrivligan fyrispurning hjá Kristinu Háfoss varð sagt í Degi og Viku gjárkvøldið at Løgmaður nú skal standa til svars yvir fyri Føroya fólkið – og stóri spurningurin er um Løgmaður hevur logið.
Síðani var sagt at atfinningarnar móti løgmanni hava verið harðar seinastu tíðina – eisini í hansara egna flokki.
Síðani verður eitt innslag úr tinginum spælt har formaðurin í Tjóðveldi hellur gor og gall út yvir løgmann.
“Hetta er lygn oman á lygn omaná lygn – og eg má siga at eg trúgvi ikki einum orðið sum løgmaður sigur inni her, og eg skilji heldur ikki hvussu tingfólk kunnu sita her og trúgva tí sum hasin maðurin sigur….” segði Høgni Hoydal meðan hann peikaði.
Eftir brotið við formanninum í Tjóðveldi verður ljóðbrotið við løgmanni endur spælt har løgmaður vísandi til at hann umsitur ikki málsøkið sigur at hann ongan lut eigur í (Break fee) avtaluni við CIP og ikki kundi funnið uppá at gjørt slíka avtalu.
Síðani kemur sjónvarpsmaðurin við eini páhaldi sum er endurtikin í Kringvarpinum:
“… løgmaður hevur eisini einsamallur fundast við CIP í tveir dagar á rað….”
Talan er um tveir fundir sum løgmaður tók stig til tá tað gjørdist greitt at politiskur meiriluti var ikki í samgonguni fyri ætlanini hjá landsstýrismanninum at geva privatum felag loyvið til at byggja og reka Skálafjarðatunnilin. Fyrri fundurin var sambært fundarluttakarum ein kaffifundur sum vardi hálvan tíma ella trí kvarter og so var fundur dagin eftir í ein til tveir tímar har øll sum høvdu við málið at gera vóru við á fundinum.
Síðani verður eitt video spælt har Johan Dahl siterar sjónvarpsmannin fyri at tosað um ein triðja fund sum hvørki hann ella nakar annar hevur fingið nakað at vita um og so verður hann spurdur um tað er óheppið – og Johan Dahl sigur við Føroya fólk at tað er óheppið at hann einkið hevur fingið at vita um hendan fundin, sum sjónvarpið júst hevur greitt honum frá – men sum í veruleikanum ongantíð hevur verið – men tað far Føroya fólk ongantíð at vita.
Í endanum av innslagnum verður róð fram undir at partamaðurin hjá Løgmanni, Reimund Langaard, skal hava boða frá at hann kann ikki góðtaka at løgmaður sigur ósatt.
“… eg kann ikki liva við ella forsvara um tað er sagt ósatt tí at sjálvandi skulu øll ikki minst ein løgmaður siga sannleikan….”
Her verður sambandstingmaðurin brúktur í sendingini sum ein mótpartur til støðu løgmans sum av Kringvarpinum er dømdur at hava sagt ósatt. Hesi brot góðu hyggjarum fatan av dramaleiki sum vit við uppfylgjandi samtalum við áðurnevndu fundarluttakarar fingu staðfest at hesi ikki kendu seg aftur í.




