Rættarlæknaliga líkskoðanin og obduktiónin av 61 ára gamla manninum í dag staðfesti, at maðurin doyði av stingløsti við knívi. Politiið kann tó ikki siga nærri um kanningarúrslitið av obduktiónini.
| Rættarlæknaliga líkskoðanin og obduktiónin av 61 ára gamla manninum í dag staðfesti, at maðurin doyði av stingløsti við knívi. Politiið kann tó ikki siga nærri um kanningarúrslitið av obduktiónini. Kriminalteknisku kanningarnar verða væntandi lidnar í dag og eftir ætlan fara kriminalteknikarnir aftur til Danmarkar í morgin. Fleiri avhoyringar verða gjørdar í málinum og eitt drúgt arbeiðið liggur fyri framman, áðrenn málið endaliga kann leggjast fyri rættin. |




