Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

3000 harur skotnar í ár

Danial Viðoy

Nýggjastu hagtølini vísa, at talið av skotnum harum í ár er komið líka upp um 3000. Tað feskasta talið sigur 3009 harur. Higartil eru skrásettir 218 harutúrar.

Nýggjastu hagtølini vísa, at talið av skotnum harum í ár er komið uppum 3000. Tað feskasta talið sigur 3009 harur.

Menn eru ágrýtnir at skjóta haru, eisini í ár. Tað sæst á hagtølunum.

Bólkurin á facebook “Haruskjóting í Føroyum” savnar hagtøl inn. Menn og unglingar boða frá, hvørja ferð teir eru komnir aftur frá haruveiðu, hvussu dagurin hildnaðist.

Leygardagin var gott veður og tá var nógv virksemi inni á “Haruskjóting í Føroyum”. Tá vórðu 376 harur skotnar í 42 hagapørtum.

Tilsamans í ár eru 218 harutúrar skrásettir, skrivar Eyðfinn Magnussen inn á vælumtókta bólkin.

Um hetta er eitt gott haruár, er ilt at siga. Tí tað eru so fá hagtøl um haruskjóting í Føroyum. Tað er ikki fyrr enn nú, at nakað verður gjørt við haruhagtøl.

Men vit tora at siga, at hetta er ein vælumtókt ítrótt, um vit kunnu kalla tað so.