Fjórða statsmaktin eigur ein politiskan kirkjugarð sum eingin vitjar. Í hesum kirkjugarði eru fleiri politiskar eldsálir jarðaðar livandi, men hugurin at vitjað aftur á hesar gravir er lítil tí ein kann missa náttarfriðin av at hoyra róp teirra órættaðu.
Fjórða statsmaktin eigur ein politiskan kirkjugarð sum eingin vitjar. Í hesum kirkjugarði eru fleiri politiskar eldsálir jarðaðar livandi, men hugurin at vitjað aftur á hesar gravir er lítil tí ein kann missa náttarfriðin av at hoyra róp teirra órættaðu.
Røðin av politiskum eldsálum sum hava verið viðgjørdar av okkum í fjórðu statsmaktini er long og mong eru dømini har viðgerin í fjølmiðlunum førdi til at politiski myndugleikin, fyri at skapa politiskan frið, avgjørdi at jarða politikarar uttan verju og rættargongd. Eftir fylgjandi eru fleiri dømi um at hesi vóru reinsað av kanningum sum eingin almennur áhugið var fyri. Hóast onkur megnaði við egnum vilja at finna inn aftur á politiska leikpállin so hava tey rinda ein sera ógvusligan politiskan og persónligan prís – alt av órøttum.
Eitt tað kendasta málið í nýggjari tíð var tá norðoyatingmaðurin, Jákup Mikkelsen, varð valdur til landsstýrismann í fiskivinnumálum. Eingin ivi er um at hetta var politiska dreyma starvið hjá norðoya tingmanninum – eitt starv sum hann í dag vegna viðgerð í fjølmiðlum óivað politiskt er fráskorin frá at fáa aftur.
Ein professari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, var brúktur sum løgfrøðiligt stevnumið hjá Kringvarpinum og tá Norðlýsið í oddagrein fann hvassliga at niðurstøðuni hjá hesum vóru vit stevndir fyri fjølmiðlanevndina.
Niðurstøðan var at fjølmiðlanevndin ikki vildi geva kæraranum viðhald og niðurstøðan í oddagrein bleiv standandi. Men tað munna verða fá sum kenna til hesa søguna tí tá ein kongur er jarðaður og annar valdur – gongur lívið víðari.
Ógvusligar ákærur
Tá Norðlýsið fanst at útsøgnum í Kringvarpinumm ákærdi lektarin á fróðskaparsetrinum Norðlýsið fyri at fremja karaktermorð, fyri at føra kampanjujournalistikk, fyri at verja áhugamál hjá norðoyatingmanninum, fyri at fremja kaotiskan crazy-fact stíl, koma við faktuelt ógrundaðum ábreiðslum o.so.fr. Hetta var alt sera grovar ákærur sum vit sum fjølmiðil als ikki kundu lata standa, tí umrøða okkara av málinum um gegnið hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, hevði verið drúgv, víðfevnd og kjarnu søkjandi. Vit høvdu havt eina røð av serfrøðingum/advokatum at úttala seg um málið.
Var høvuðsstaðarpressan keypt?
Tá spurningurin um gegnið hjá Jákup Mikkelsen, var reistur í fjølmiðlunum viðgjørdu vit spurningin á redaktiónini hjá Norðlýsinum. Tað sum málið í stuttum snúði seg um var sambandið millum stórreiðaran, Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen. Var Jákup Mikkelsen ógegniður ella gegniður.
Dimmalætting hevði beinleiðis kravt landsttýrismannin frákoyrdan og sjónvarpið spurdi áhaldandi løgmann nær hann fór at koyra laandsstýrismannin frá tí persónliga sambandi millum landsstýrismannin og Hanus Hansen reiðara í JFK var sambært pressunivar brot á fyrisitingarlógina. Tað eru stór peningalig áhugamál í makrelinum og sama dag sum Jákup Mikkelsen varð útnevndur landsstýrismaður í fiskivinnumálum boðaði hann frá at hann fór at arbeiða fyri at so nógv sum gjørligt av hesum tilfeinginum skuldi arbeiðast av føroyskum hondum – helst alt – segði landsstýrismaðurin í miðlunum. Fáar dagar seinri boðar ein útlendskur reiðari alment frá at hann vil bjóða 100 milliónir krónur og hetta skapar stórt politiskt rumbul. Tá vit javnan samtalað við fólk í politisku skipanini kundu vit skjótt staðfesta at landsstýrið var undir stórum trýsti – ikki minst frá útlendskum áhugamálum sum landsstýrismaðurin hevði forfjónað við síni útsøgn.
Bráðliga er ein søga í sjónvarpinum har Bjørn á Heygum advokatur ger greitt, at hann ikki metir landsstýrismannin verða egnaðan tí svágurskapurin við Hanus Hansen ger hann ógegniðan sambært fyrisitingarlógini. Fleiri greinar í Dimmu í somu viku staðfesta tað sama og oddagreinin í blaðnum gerð greitt at um løgmaður ikki skal vannvirða fyrisitingarlógina er hann noyddur at koyra landsstýrismannin úr starvið.
Síðan hevur Dagur og Vika eina røð av innsløgum hvønn dag í tvær vikur har virksemið hjá Hanus Hansen verður lýst.
Á redaktiónini á Norðlýsinum eru vit púra greið yvir at er talan um ógegni so er sambandið millum Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen avgerandi fyri málið og tí fara vit í holt við at lýsa hendan partin sum vit meta verða kjarnin í málinum.
Vit kanna m.a. um tey sum útalaðu seg í málinum í fjølmiðlunum sjávi hava áhugamál í málinum. Og her sóu vit beinan vegin at Bjørn á Heygum var nevndarlimur í reiðarrí, sum er vælkent fyri at hava útlendskan eigaraskap. Tí mettu vit hann verða ógegniðan og leitaðu tí eftir øðrum advokati ella serfrøðingi at úttala seg um hetta málið, sum var sera viðkvæmt politiskt. Vit staðfestu eisini at annar advokatur, sum eisini bleiv nógv brúktur av fjølmiðlunum, beinleiðis var umboðsmaður fyri útlendska reiðarríið sum átti móttøkuskipið Lafayette, og sum stutt frammanundan hevði boðið landsstýrinum 100 mill. kr. fyri part í makrelinum. Vit vístu á skjøl har sum advokaturin hevði undirskrivað vegna reiðarríðið hjá Lafayette. Hann var samstundis nógv frammi í sjónvarpinum og var púra sannførdur um, at landsstýrismaðurin ikki kundi halda fram í starvinum – vísandi til fyrisitingarlógina.
Fleiri advokatar noktaðu fyri at úttala seg og av tí at fyrisetingarlógin var frá 1995 vistu løgfrøðingar ikki um nøkur líknandi mál, men av tí at lógin var ein avskriving – bókstavarætt – av donsku lógini og at løgtingið í viðmerkingum til lógina skrivar at man ynskti at hon var tulka sum tann danska lógin var víst til danskan professara í fyrisitingarætti. Hesin vildi heldur ikki úttala seg, men vísti til lektaran í fyrisitingarrætti við universiteti í Aalborg. Hesin gjørdi greitt at fyrisitingarlógin var trupul at lesa í júst hesum spurninginum, men gjørdi greitt at um reiðarin í JFK var beiggi konu landsstýrismannsins, so var hann ikki ógegniður sambært fyrisitingarlógini.
Vit eftirspurdu síðani føroyskar advokatar um føroyska og danska lógin vóru eins. Her var niðurstøðan at eingin ivi var um at føroyska lógin var avskriving av tí donsku. Víst var til at í viðmerkingunum til føroysku lógina stendur beinleiðs at føroyska lógin skal tulkast eins og tann danska. Harafturat søgdu advokatar at um málið endaði í rættinum var danski hægstirættur ovasti tulkingar myndugleiki.
Eisini høvdu vit eftirfylgjandi eina samrøðu við Bjørn á Heygum, advokat, har hann rættar sína egnu útsøgn men heldur fast við at landsstýrið hevði ein politiskan trupulleika.
Tá vit koyrdu søguna við danska serfrøðinginum, var hetta púra nýtt fyri løgfrøðingunum hjá landsstýrinum – sum stutt framan undan høvdu boða frá at landsstýrismaðurin var ógegniður í at samráðast við Russland. Grundarlagið eisini her var spurningurin um svágd.
Eftirfylgjandi staðfestu tveir løgfrøðingar, sum arbeiddu fyri landsstýrið at niðurstøðan hjá danska serførðinginum var røtt. Svágurskapurin kundi ikki brúkast sum grundarlag fyri at landsstýrismaðurin var ógegniður.
Sjónvarpið ringdi eisini til serfrøðingin og fekk váttan fyri hesum. Men ístaðin fyri at brúka útsøgnina hjá danska professaranum sum beinleiðis bygdi á ein rættarúrskurð, so leitaði Kringarpið av einari ella aðrari orsøk aftur til føroyska professaran sum í sjónvarpsstovuni og kom við eini rættiligari løgnari útsøgn.
”Føroyskar lógir skuldu tulkast eftir føroyskum viðurskiftum” segði Kári av Rógvu uttan at vísa til nakra siðvenju og tí mátti útsøgnin metast at verða tikin úr leysum lofti og vit mettu hana at verða rættiliga óseriøs og mótsigandi.
Norðlýsið hevði leypandi samrøður við Føroya Løgmann, sum var evsti myndugleiki í hesum málinum og hann staðfesti eisini fleiri ferðir at løgfrøðisliga var einki at koma eftir – og í enda niðurstøðuni (uppsøgnini av landsstýrismanninum) staðfestur hann at tað var ein reint politiskur spurningur sum bleiv avgerandi tá løgmaður valdi at loysa landsstýrismannin úr starvið. Nógva rumbli í hesum málinum varð tá ein forðan fyri politiska arbeiðinum hjá samgonguni.
Hóast vit á Norðlýsinum hava avmarkaðar kreftir at lýsa mál so gjørdu vit eitt stórt og gott arbeiði fyri at lýsa kjarnuna í málinum og kundu staðfesta at niðurstøðan sum Dimma og Kringvarpið komu til var beinleiðis skeiv og í øllum føri hevði onga uppbakking hjá serfrøði á økinum. Áhaldandi politiskur ófriður (m.a. vóru eisini samgongufelagar farnir at krevja landsstýrismannin frá) gjørdi at løgmaður valdi at siga landsstýrismannin úr starvið.
Fjórða statsmaktin eitt “orakul”
Staðfestast kann eftirfylgjandi at høvuðstaðarpressan førdi seg fram sum eitt ”orakul” og var í omanfyri nevnda málið farið langt út um leiklut sín – sum er at hava eftirlit við makthavarunum.
Orakul merkir: ….ytringer som anses for at være den højeste visdom…..
————-
GREINAR/DOKUMENTIR:
Jákup Mikkelsen er ikki ógegnigur
John William Joensen – 6. jan 2012 14.20
Tað sigur danski serførðingurin í umsitingarrætti, Sten Bønsing, sum er lektari á Universitetinum í Aalborg. Munur eigur eisini at verða gjørdur tá talan er um politikk og so konkret umsitingarlig mál.
Nógv hevur verið tosað um gegnis spurningin hjá nýggja fiskimálaráðharranum. Vit sendu spurningin til danska serfrøðingin í umsitingarrætti, Sten Bønsing, sum starvast sum lektari á Universitetinum í Aalborg. Hann er “Erhvervsjurist, Ph.D” og granskar í jura, umsitingarrætti, umsitingarmyndugleika, kommunalrætti og almennum rætti. Hann starvast sum lektari í umsitingarrætti.
– Fyrisitingarlógin er rættliga greið í spurninginum um gegni. Í sjálvari lógini hevur man definera hvør er gegnigur og tá Jákup Mikkelsen og Hanus Hansen eru svograr og ikki brøður – er talan ikki um ógegni sambært lógini.
– Tað at kona Jákup Mikkelsen og Hanus Hansen eru systkin ger ikki landsstýrismannin ógegnigan.
– Men var landsstýrismaðurin sjálvur í beinari linju beiggi stór reiðaran, so er lítil ivi um at hann var ógegnigur.
– Harafturat er ikki rætt at tulka lógin beinleiðis til at umfata politiskar spurningar. Talan eigur at verða um metingar sum byggja á konkret mál og her eigur ein eisini at skilja millum yvirskipað politisk mál og so umsitingarlig mál, sigur Sten Bønsing í stuttari viðmerking.
Lógin torfør at lesa
Í fyrisitingarlógini stendur soleiðis: “…….hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni …..”
Men danski serførðingurin sigur at lógin skal lesast á tann hátt at talan er um hjún og syskin hjá landsstýrismanninum og hjúnarfelagarnar hjá systkunum hjá landsstýrismanninum. Einki er nevnt í lógini um brøður og systar hjá konu landsstýrismannsins. Tí skilji eg væl at fólk hava torført at lesa lógina – men soleiðis skal hon nú einaferð skiljast, sigur Sten Bønsing í telefonini úr Aalborg.
——–
Krigvarpið/Dimma og vinnulig áhugamál
John William Joensen – 9. jan 2012 11.00
Advokaturin hjá Kringvarpinum og Dimmu hevur sjálvur stór egináhugamál í førda fiskivinnupolitikkinum.
Fyrrverandi politikarin, Tjórbjørn Jacobsen, leggur á Facebook Norðlýsið undir at renna ørindi fyri løgmann og Jákup Mikkelsen. Hann sigur m.a. at føroyska og danska fyrisitingar lógin ikki er tann sama men her er kajfútin á skeivari leið.
Føroyska lógin:
hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga
Danska lógin:
vedkommendes ægtefælle, beslægtede eller besvogrede i op- eller nedstigende linie eller i sidelinien så nær som søskendebørn eller andre nærstående har en særlig personlig eller økonomisk interesse i sagens udfald eller er repræsentant for nogen, der har en sådan interesse
Hava Dimmalætting og Kringvarpið latið seg brúka av ávísum vinniligum áhugamálum?
Tá Norðlýsið leitaði eftir viðmerkingum til ógegni hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, komu vit eftir at flestu føroyskir advokatar vóru sera nær kníttir til føroyska stórkapitalin. Ein av advokatunum sum var við til at gera føroysku stýrisskipanarlógina ráddi okkum til at tosað við danskan serfrøðing – tí sambært honum er føroyska og danska fyrisitingarlógin júst tann sama.
Bjørn á Heygum og ógegni
Sambært Buisness Line hevur Bjørna á Heygum, advokatur, áhugamál í eins nógvum vinnurekandi feløgum, sum stórreiðarin Hanus Hansen.
Bjørn á Heygum er nevniliga nevndarlimur í :
P/F 10.07.2007, Geytagøta 21, FO-512 Norðragøta
P/F LINE FISH, FO-460 Norðskáli
P/F REGN, FO-650 Toftir
P/F VAÐHORN SEAFOOD, á HULKI, FO-490 Strendur
P/F VESTURVÓN, FO-380 Sørvágur
SP/F ADVOKATSMÁPARTAFELAGIÐ BJØRN Á HEYGUM, Bøgøta 16, FO-100 Tórshavn
SP/F AVON, R. C. EFFERSøESGøTA 5, FO-100 Tórshavn
SP/F FLØTT, R. C. EFFERSøESGøTA 5, FO-100 Tórshavn
SP/F FRAMHERJI, Karvatoftir, FO-530 Fuglafjørður
SP/F FRAMINVEST, FO-650 Toftir
SP/F G. KAMBAN, Bøgøta 16, FO-100 Tórshavn
SP/F OGNARFELAGIÐ MATR. NR. 268, BøGøTA 16, FO-100 Tórshavn
SP/F SEKSTANT, Sigmundargøta 20, FO-100 Tórshavn
Nevnast kann at Bjørn á Heygum er nevndarlimur hjá Framherja og Framinvest á Toftum og hesi feløg fiskaðu sambært fiskiveiðu eftirlitinum góð 17.000 tons av makreli í 2011 Framherji er eitt av stóru feløgunum í føroyskar fiskivinnu við stórum áhugamálum í Barentshavinum og í føroyskum sjógvi .
——-
Um “Svágd” og Ógegni
John William Joensen – 7. feb 2012 13.05
Svágurskapurin millum Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen hevur verið nógv frammi í almennu miðlunum. Umrøddi svágurskapurin er ein misskiljing, siga advokatarnir Rannvá Ragnarsdóttir og Annfinn V. Hansen
Til spurningin um “svágd” millum landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og stjóran í JFK, Hanus Hansen, siga advokatarnir, Annfinn V. Hansen og Rannvá Ragnarsdóttir soleiðis í brævið til Fiskimálaráðið:
… Í stuttum skal sigast, at tað ongantíð kann verða talan um ógegni samsvarandi fyrisitingarlógini §3, stk 1, nr. 2, sum viðvíkur ógegni orsakað familju, tí familjan hjá hjúnarfelaga tygara er ikki fevnd av ásetingini. Tá ið tað hevur verið ført fram at tygum eru ógegnigur orsakað av familju viðurskiftum er talan um eina misskiljing av rættarreglunum…..
… Í fyrisitingarlógini stendur … “skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur slíkan áhuga.”
Í síðulinju skal skiljast sum systkin og ikki foreldur og børn. Svágd í síðulinju eru hjúnarfelagi hjá slekt í síðulinju, tvs. hjá systkjum v.fl. Ásetingin fevnir ikki um svágd gjøgnum hjúnafelagan, tvs. systkin hjá hjúnafelaga.
Ein grundgeving til hetta er m.a., at systkin eru tey, ið gera viðkomandi ógegnigan og systkini hava fíggjarligan felagsskap við sín hjúnarfelaga.
Støðan er nakað øðrvísi, tá hjúnarfelagin er tann, ið viðførir ógegni, tí hjúnafelagin hjá viðkomandi ikki hevur fíggjarligan felagsskap við sínum systkjum…….
…. Eg meti ikki, at landsstýrismaðurin verður ógegnigur sambært § 3, stk. 1, nr. 2, tí talan er um, at talan er um svágd gjøgnum konu landsstýrismannin….
Advokatarnir Annfinn V. Hansen og Rannvá Ragnarsdóttir, vísa á at sambært fyrisitingarlógini kann ein ikki tosað um generelt ógegenið men ein verður noyddur at meta um gegnið frá málið til mál. Fiskimálaráði spyr advokatarnar um trý mál og í øllum trimum førum meta advokatarnir ikki at landsstýrismaðurin er ógegnigur.
Viðv. 1: Fyrireiking ísv. Við ætlan landsstýrisins at sera fram lógaruppskot um at áseta avreiðingargjald fyri uppsjóvarfisk;
Viðv. 2: Samráðingar við íslendingar um nýggjan fiskiveiðusáttmála.
Viðv. 3: Fiskiskapur við Flemish Kap
Kringvarpið vil ikki vísa samrøðu við advokat
Tá Norðlýsið tosaði við Annfinn V. Hansen advokat segði hann at hann í langari samrøðu við sjournalist hjá Degi og Viku hevði greitt frá omanfyrinevndu niðurstøðum, og hann helt tað verða sera løgið at samrøðan enn ongantíð er víst í Degi og Viku.
Norðlýsið hevur biði um innlit í hví samrøðan ikki var send í kringvarpinum, men hesum var okkum noktað – vísandi til at fyrisitingarlógin bert er galdandi fyri fyrisitingarlig mál.
Vit ynsktu eisini at fáa at vita hví Kringvarpið í fleiri førum hevði brúkt umboðsfólk hjá Lafayette at úttala seg um málið, men enn hava vit einki svar fingið.
——-
Politiskur ófriður endaði við uppsøgna
John William Joensen – 15. feb 2012 15.30
Løgmaður sigur við Kringvarpið at áhaldandi ófriður um gegni hjá Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum var høvuðsorsøk til at hann tók avgerð um at siga Jákup Mikkelsen úr starvið.
Fyri løtu síðan vóru Føroya Løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, í Kringvarpinum og har grundgav løgmaður fyri uppsøgnini.
– Løgfrøðiliga er einki at koma eftir, men politiskt var tað ikki haldbart at áhaldandi ófriður var um fiskivinnumál og at fleiri týðandi mál endaðu á borðinum hjá løgmanni. Tað var tí út frá eini heildarmeting at eg havi tikið hesa avgerð segði Kaj Leo Jóhannesen m.a.
Jákup Mikkelsen vildi verða við at tað var avgerðin hjá honum um at avtaka eina kunngerð sum friðaði leiðirnar við land fyri línuveiðu, sum var orsøk til at hann var koyrdur í starvið.
– Av tí at eg hevði lýst hetta at vera so hevði eg verið noyddur til at seta kunngerðina hjá Johan Dahl aftur í gildið og tað vildi eg ikki, segði Jákup Mikkelsen.
Sambært Jákup Mikkelsen hevur Fólkaflokkurin longu funnið eftirmannin og tað kundi títt uppá at løgmaður og Jørgen Niclasen hava tosað saman um málið áðrenn landsstýrismaðurin bleiv koyrdur frá.
Vit hava tó enn onga viðmerking fingið frá løgmanni ella formanninum í Fólkaflokkinum.




