Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gift teg hjá Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldið!

John William Joensen

Í morgin, hósdagin 5. desember verður fyrsta viðgerð av broytingaruppskotinum til broyting av hjúnarbandslógini hjá Rigmor Dam (C), Bjørt Samuelsen (E) og Poul Michelsen (F), ið handlar um at gera tað gjørligt hjá samkyndum at gifta seg borgarliga.

Í morgin, hósdagin 5. desember verður fyrsta viðgerð av broytingaruppskotinum til broyting av hjúnarbandslógini hjá Rigmor Dam (C), Bjørt Samuelsen (E) og Poul Michelsen (F), ið handlar um at gera tað gjørligt hjá samkyndum at gifta seg borgarliga.

Í hesum sambandi skipa Sosialistisk Ung saman við Unga Tjóðveldi fyri, at fólk kunnu gifta seg við júst tí tey elska, kl. 11:30 niðri á Speaker’s Corner uttanfyri Løgtingið. Vit hava funnið ein alternativan borgarstjóra, ið fer at víga tey, sum ynskja tað, eftir einum vígslurituali og síðani fáa tey nýgiftu eitt vígslubræv.

Tíverri er tað tó so, at broytingaruppskotið viðvíkjandi borgarligari vígslu ikki er samtykt enn, so tað er ikki stemplið frá nakrari kommunu, sum er á vígslubrævinum (eins og borgarstjórin onga kommunu hevur), men búmerkið hjá teimum sum skipa fyri. Fyri tey sum gifta seg við hvør øðrum, kann tað tó hava sama gildi sum at siga “ja” við hvønn annan frammanfyri teimum, sum gera av, hvørt lógin eisini virðir teirra kærleika.

Vit í Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi ynskja eitt samfelag, sum byggir á frælsi og javnrætt. Fólk skulu hava rætt til sjálvi at velja, hvørjum tey vilja giftast við. Borgarlig vígsla eigur at vera ein rættur hjá øllum í samfelagnum, og við hesum tiltaki viljla vit vísa, at kærleiki millum fólk av sama kyni, er akkurát líka natúrligur, góður og ynskiligur, sum kærleiki millum mann og kvinnu.

So øll tit sum stuðla borgarligari vígslu, tit sum elska ein persón, tit sum vilja siga ja til – møtið fjølment!