Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listahandverkarin í Norðragøtu

oliver Joensen

Hann er 44 ára gamalur, føddur í Klaksvík, traðkaði sínar barnaskógvar á Eiði og býr nú og virkar í Norðragøtu – Norðlýsið hevur verið inni á gólvinum hjá Bernhardi Jacobsen, Hammer.

Hann er 44 ára gamalur, føddur í Klaksvík, traðkaði sínar barnaskógvar á Eiði og býr nú og virkar í Norðragøtu – Norðlýsið hevur verið inni á gólvinum hjá Bernhardi Jacobsen, Hammer.

Vit hittu Bernhard á maskinverkstaðnum hjá Borg á Stongunum í Klaksvík. Hann stóð saman við Hans Árna Olsen, leiðara á verkstaðnum, við ein høvil, har teir báðir rættaðu nakrar fjalir til.

Vit komu í prát, og Bernhard vísti mær hvat fjalirnar skuldu brúkast til. Á síni fartelefon vísti hann mær ein sera áhugaverdan ”minihjall” ella eitt stórt fluguskáp. Eg fekk áhuga í at vita eitt sindur meira um Bernhard og virksemi hansara. Vit avgjørdu so at hittast á verkstaði hansara í Norðragøtu.

Hesin lágvaksni, myrki eiðismaðurin í Norðragøtu, tekur fryntligur ímóti mær, tá eg komi úr bili mínum í Gøtu. Hann bjóðar inn til kaffi, men eg haldi meg ikki hava tíð, og vit avgera heldur at brúka tíðina til prát og nakrar myndir.

Føddur í Klaksvík

Bernhard Jacobsen Hammer byrjar eftir áheitan míni at greiða eitt sindur frá ævisøgu síni.:

Egd eri føddur í Klaksvík. Pápi mín, sum er ættaður av Vatnsoyrum, fór í læru hjá Óla Steinberg, ið tá var málarameistari í Klaksvík.

Mamma mín, sum er ættað av Eiði, var tá arbeiðisgenta hjá Poul Færø og Ásvør, og her komu tey saman.

Tá eg var um trý ára gamalur, fluttu vit til Eiðis at búgva, og har eri eg uppvaksin.

Eg gekk í barnaskúlanum á Eiði, síðani eitt ár á felagsskúlanum á Oyrabakka. Sum flestu aðrir dreingir tá í tíðini, fór er til skips millum onnur skip, var eg við Tummasi Nygaard og Morgunstjørnuni.

Men eg havi alla tað tíð eg kann minnast, havt hug til handverkið og serstakliga tað listarliga innan greinina . Eg fór tí at arbeiða hja Fa Brøður Andreassen í Norðskála, har eg fekst við bilar, at arbeiða uppá bilskaðar og at fáast við lakeringar av bilum.

Eg vildi longur, og tá eg var um 20-22 ára gamalur, fór eg undir egið virki innan byggiøkið, har eg stovanði felagið Listahandverk Fa. Her gjørdi eg alt møguligt umvælingararbeiði og timburarbeiði, meira at kalla listahandverk, eisini fekst eg sera nógv við vindeygu.

Í 2001 for eg so at arbeiða sum sølumaður fyri eina danska fyritøku, sum seldi alt møguligt til byggivinnuna. Hetta var stóra fyritøkan Wurzt, sum í heimshøpi hevur umleið 50-60.000 fólk í starvi. Her var eg í átta ár. Eg má siga, at hetta var ein sera rík tíð fyri meg, har eg sum sølumaður lærdi nógv og har eg kom í samband við nógv fólk kring um í Føroyum.

Tá ið eg hevði verið har í umleið 8 ár, beyðst mær møguleikin at gerast seljari fyri vindeyguni hjá H-dygd. Hetta lá beint til høgrabeinið hjá mær, tí sum sagt hevði eg arbeitt nógv við vindeygum, tá eg arbeiddi sum sjálvstøðugur vinnurekandi og harafturat hevði eg nú hollar royndir sum seljari í stórari fyritøku.

Tað er so tað, eg havi fingist við trý tey seinastu árini, eg havi verið seljari hjá H-dygd. Men allatíðina hevur listamaðurin og handverkarin í mær banka uppá. Eg vildi sleppa at flúgva á egnum veingjum og fást við list og handverk.

Eg búvi í Gøtu, og eri giftur her og í sethúsunum hevur verkstaðurin hjá mær verið í kjallaranum alla tíðina. Sjálvt um eg havi roynt at gjørt ymiskt listarligt á verkstaðnum um kvøldarnar, so hevur tíðin ikki strekt til at gera nakað nevnuvert hesa tíðina, men eg havi kent, at tað var her eg vildi sleppa at folda meg út og brúka mínar listarligu gávur.

Tí stovnaði eg S/pf. B. J. Hammer fyrst í november mánaða og segði samstundis góða starv mítt upp á H-dygd. Orsøkin til at eg gavst á H-dygd skal síggjast í ljósinum av, at eg kláraði ikki longur at standa ímóti innara listamanninum í mær, sum brendi eftir at sleppa leysur á verkstaðnum her í Norðragøtu.

Eg havi brúkt langa tíð til at hugsa hetta ígjøgnum og nú er tað veruleiki. Eg ætli mær at taka ymisk snikkaraarbeiði uppá meg fyri at fáa rúmari ræsur til brúkslistina, ið liggur fremst í hugaheimi mínum.

Beint nú framleiði eg nakrar mini-hjallar ella fluguskáp um tú vilt. Hetta eru mini-hjallar sum kunnu vera eitt alternativ til køliskápi og harafturat ”grøn orka” – Tey eru nevniliga ikki so fá, ið ynskja sær eitt fluguskáp úti í fríari luft og so nær úthurðini sum møguliga, at goyma matrestir og annað í. Mangan stendur hjallurin í eitt sindur av fjarstøðu til búrúmini, og tá er hent at hava eitt fluguskáp við hondina, sum tú kanst seta matrestir, heitar grýtur við soði og annað gott í.

Fluguskápini eg geri, eru listahandverk, við hvølpalási og ymiskum prýði, og tey kunnu ikki samanberast við bíligu fluguskápini ið handlar selja, míni eru eisini gjørd til føroyska veðurlagið.

Nakað annað, sum eg eisini fáist við, er grótlíki úr betong. Tað munnu helst vera eini 100 ár gingin, síðani nakar lagaði eina grótbrúgv. Mær hevði dámt ótrúliga væl at fingið til uppgávu at stoypt eina brúgv um eina á, har eg kundi evnað betongið til, soleiðis at tað sær út, sum brúgvin er lagað úr gróti.

Eg havi gjørt vatnbrunn og líknandi úr betong og havi evnað tað til, so brunnurin sæst grótlagaður.

Ímeðan vit sita og fjasast báðir, eg spyrji og Bernhard svarar og hugsar, fæst hann soleiðis hissini við eina bók úr gipsi ella onkrum líknandi, eg spyrjið hvat hatta skal brúkast til.

Bernhard hyggur upp við einum smíli og sigur,:”Sært tú ikki tað?” Hetta er brúkslist. Hetta er ein bók, ið stendur rundan um ein brunn, tá ljósið er rættuliga vorðið heitt, sæst stearini sum vatnið í brunninum og í bókina ætli eg at skriva á vinstru síðu: ”Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni. Sál. 119:105” og á høgru síðu: ”Tó tann sum hevir bygt á klettin, úr lívi hansara skal sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni..”

Og so kann hetta vera eitt listaverk í gongini, í stovuni ella har tú hevur hug at listaverkið skal kryddra tilveru tína.

Eg takkaði fyri meg, og aftaná at Bernhard hevði víst mær út í hávan í Norðragøtu, har eg tók nakrar myndir hendan illveðursdagin helt eg leiðina aftur til Klaksvíkar – eitt áhugavert ørðindi til Hans Arna Olsen á Borg hendan dagin, má sigast.