Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kallanes aftur av øðrum túrinum í ár

Oliver Joensen

 Tá vit ringdu umborð á Kallanes ímorgun, segði Eyðólvur Vang skipari, at teir fóru at vera á Klaksvík um eitt tíðina ídag.

Tað hevur gingið væl síðani nýggjár, burtursæð frá fyrstu døgunum av árinum, sum vit mistu orsakað av hørðum streymi. Men nú síðani streymurin linkaði hava vit verið tveir túrar, túrurin í gjár gav 6.600 pund og ídag hava vit um 7.500 pund. Eg haldi at størra helvtin er hýsa og restin toskur.

Prísurin hevur eisini verið brúkiligur, so jú, vit skulu ikki klagað. Ídag hava vit verið norður úr Nakkinum, veðrið hevur verið hampuligt, tó hevur rikið nakað meira enn vit væntaðu, segði Eyðólvur Vang fyri løtu síðani.