Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landstýrismálanevndin ein fløkjustampur

John William Joensen

Hóast ein stórur meiriluti av løgtingslimum hevur sagt seg hava álit á Løgmanni fyri handfaringina av tunnilsmálinum, avgjørdu Sirið Steenberg og Eivind Jacobsen at seta ein kanningarstjóra at kanna leiklut løgmans í hesum sama málinum.

Hóast ein stórur meiriluti av løgtingslimum hevur sagt seg hava álit á Løgmanni fyri handfaringina av tunnilsmálinum, avgjørdu Sirið Steenberg og Eivind Jacobsen at seta ein kanningarstjóra at kanna leiklut løgmans í hesum sama málinum.

Er ivi um trúvirði hjá setta kanningarstjóranum er tað løgtingsformaðurin sum hevur ábygdina – og ikki Sirið og Eivind. Men ein áhugaverdur spurningur er um kanningarstjórin – líkamikið hvør hann er – ikki hevur fingið eina ógjørliga uppgávu frá Landstýrismálanevndini.

Eitt er at leikluturin hjá løgmanni longu er viðgjørdur av løgtinginum, eitt annað er at politiska skipanin sjálv hevur spælt ein avgerandi leiklut í málinum.

Tað var í apríl 2007 at Bjarni Djurholm legði fram uppskot og viðtók eitt samlað løgting, at landsstýrið fór undir samráðingar við privat felag/feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy.

Í mai 2010 viðtók løgtingið at geva privatum felag einkarætt til undirsjóvartunnil, eisini at bjóða einkarrættin út – 5 stemmaðu ímóti 24 stemmaðu fyri.

Í apríl 2011 viðtók løgtingið at leingja loyvið til privata felagið um einkarættin, meðan heimildin til útboð stóð við – 7 ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri og er henda lóg framvegis í gildi.

Sitandi løgtingslimir hava samtykt játtanarkarmar í mai 2012, fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til undirsjóvartunnil.

At meirilutin í landsstýrismálanevndini eftir at ein stórur meiriluti av samgongu og andstøðu í løgtinginum hava sagt seg hava fult álit á løgmanni – álíkavæl velur at seta ein kanningarstjóra – og síðani í fjølmiðlunum hava sátt iva um setan av kanningarstjóra, sker út í papp hvussu landstýrismálanevndin hevur megnað at fløkt málið upp í ein ellubita.

Og hvør skal kanna leiklutin hjá løgtinginum og landsstýrismálanevndini tá hvørgin vil kennast við egið barn?