Tað er ivasamt, um dysturin í kvøld hevði kunnað verið spældur í KÍ høllini. Tí har lekur eisini illa.
Myndin er tikin um somu tíð, sum hondbóltsdysturin millum Team Klaksvík og STÍF skuldi spælast. Innandura fótbóltur var á skránni, men neyðugt var at hava handklæð liggjandi á vøllinum meðan spælt var, tí tað lak so illa. Tað sama hevur gjørt seg galdandi seinastu vikurnar, har tað serliga í tveimum støðum hevur likið nógv inn, tá tað hevur regnað. Sum skilst var ongantíð uppá tal at flyta dystin í kvøld inn í KÍ høllina, men tað er eisini rættuliga ivasamt, um tað hevði verið spælandi har í kvøld.
Um eina løtu hevur nordlysid.fo samrøðu við borgarstjóran Jógvan Skorheim um støðuna í hallunum í Klaksvík.




