Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallur Joensen á Johns Café í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 25.Jan, vitjar Hallur Joensen John´s Café í Fuglafirði. Afturat sær hevur hann vakra songfuglin Kristinu Bærentsen og streingjaekspertin Bedda. Kynt verður uppundir eitt satt countrykvøld og livandi tónarnir verða at hoyra frá uml kl 00:00

Tað er sum altíð ókeypis at vitja John´s Café og hetta kvøldið er einki undantak.

Sum altíð leygarkvøld, so er tað vælumtókta Pubquizzin sum er á skránni fyrst. Hetta tiltak byrjar kl. 22:00

John´s café í Fuglafirði, hevur seinasta árið ment seg frá, at vera eitt lokalt íkast, til í dag at hava vitjanir úr allar oynni og Norðoyggjum. Tað er nógv fólk sum vitja og serliga er tað leygarkvøldini sum fylla húsið. John´s Café hevur, sum tað einasta statið uttanfyri Havnina, livandi tónleik hvørt fríggjakvøld og hvørt leygarkvøld- og tað er altíð ókeypis!

Umframt tónleikin og spurnarkappingina, so finnur eisni føroya besta poolborð á Johns. Eitt 9 fót Copenhagen við nýggjum Bluegreen kappingardúki.

Vælkomin á John´s.