Fyrr í vikuni fekk Norðlýsið hendur á skjalinum har fútin eftir at hava gjørt kanningar og avhoyrt fólk hjá Skipafelagnum og Toll- og Skatt ger sína niðurstøðu í nógv umrødda toll málinum hjá N.Niclasen P/F. Í skjalinum tekur fútin saman um málið og ger eina greiða niðurstøðu. Skjalið verður partvíst kunngjørt her á nordlysid.fo NÚ og í fullum líkið í blaðnum sum kemur út fríggjadagin. LES HER!

Tað gongur fram í málinum at alt samskiftið er millum politiið, Toll- og Skatt og Skipafelagið. P/F Niclasen er ikki rokna sum partur av málinum og einki samskifti er við N.Niclsasen, í skjølunum Norðlýsið hevur fingið atgongd til.
Skjalið, har Futin ger sýna niðurstøðu greiða, vísir at fútin gjørdi fleiri avhoyringar av fólki hjá Skipafelagnum og Toll- og Skatt og kom til tað niðurstøðu, at eingin kundi ákærast fyri revsiverd viðurskifti. Grundgevingin hjá Føroya Landfúta kann setast upp í fýra punktum.
1.
Ábyrgdin at útlevara vørur lá hjá Skipafelagnum.
2.
Partur av málinum var undir øllum umstøðum fyrnað.
3.
Tað fyrilógu ongi prógv fyri, at revsiverd viðurskifti vóru farin fram hjá P/F N. Niclasen.
4.
Fútin staðfesti,at hóast bræv um uppsøgn av tollkredittinum hjá P/F N. Niclasen varð send Skipafelagnum, so var Toll- og Skatt vitandi um og góðkendi at vørur framvegis vóru útflýggjaðar og fútin staðfesti sostatt at tollkreditturin hjá N. Niclasen í veruleikanum ongantíð var uppsagdur.
Skjalið er undirskriva av M. Nepper-Christensen
NÚ verður partar av týdningarmesta skjalinum vístir her á Nordlysid.fo og alt skjalið verður prenta í blaðnum fríggjadagin.