Team Klaksvík styrkir seg við profili til steypadystin leygarkvøldið.
Team Klaksvík hevur til steypadystin leygarkvøldið keypt danskan málverja.
Talan er um Søren Biel, sum er umleið 32 ára gamal og hevur royndir í bestu deildini í Danmark. Hann hevur spælt við nógvum ymiskum liðum. Tað er umvegis venjaran hjá Team Klaksvík, Svein Rógva Nielsen Ljósstein, at sambandið er komið. Tí Svein Rógvi hevur vant Søren fyri nógvum árum síðani, sigur Svein Rógvi í stuttari viðmerking við nordlysid.fo eftir, at avtalan var komin uppá pláss fyri løtu síðani.
Fyribils verður Søren Biel við til steypadystin leygarkvøldið móti Neistanum. Umframt Neistan, so eru KÍF og H71 í bólki saman við Team Klaksvík. Tvey lið fara víðari í hálvfinalurnar.




