Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin vitjar vinarbýin Odense

Dávur Winther

Í sambandi við arbeiðsferð hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim í Danmark í gjár og í dag, legði hann leiðina til vinarbýin, Odense, har hann og Palli Ziska, vinnu- og mentananarstjóri nýttu høvið at síggja Norðatlantiska húsið, sum lat upp 9. nov 2013.

Í sambandi við arbeiðsferð hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim í Danmark í gjár og í dag, legði hann leiðina til vinarbýin, Odense, har hann og Palli Ziska, vinnu- og mentananarstjóri nýttu høvið at síggja Norðatlantiska húsið, sum lat upp 9. nov 2013.

Býráðið lat tá stórfingna gávu – ein veggjamálning, sum Edward Fuglø hevur gjørt, ið hann kallar Svanadrotningin. Hesin varð sera væl fagnaður av øllum í Odense tá ið husið lat upp.

Borgarstjórin, sum vitjaði Norðatlantiska húsið í mogun, varð væl móttikin av Kirsten Mærsk, stjóra, Annette Lyberth, kunningarleiðara, Benny Nybo, formanni fyri Det Grønlandske Hus og Henrik Poulsen, vinarbýarsamskipara hjá Odense kommunu. Teir fingu eina kunning um virksemið í húsinum og fóru eina rundferð í húsinum, sum sjálvandi endaði við, at teir sluppu at síggja listaverkið hjá Edward Fuglø, Svanadrotningin, ið øll eru so hugtikin av.

Borgarstjórin takkaði fyri og handaði teimum eina kærleikskúlu, ið Edward Fuglø hevur gjørt sum gávu og tøkk fyri góða og vinarliga móttøku í hesum spennandi húsi – Norðatlantiska húsið, sum m.a. hýsir felagslívi hjá føroyingum á Fjóni.

Við í ferðini til Odense, umframt Palla Ziskason er eisini Steintór Rasmussen, sum er í øðrum ørindum í Danmark.

Eftir døgurða gongur leiðin til Ráðhúsið í Odense, har teir skulu hitta varaborgarstjóran, Alex Ahrendtsen, tí borgarstjórin Anker Boye er burturstaddur. Eisini hitta teir Steen Møller, sum er ráðmaður fyri Social- og Arbeiðsmarknaðarmálum, men sum samstundis er formaður í stýrinum fyri Norðatlantiska húsið í Odense.

Harleywoodpaint