Tað líkist svartasta ongum at Kringvarpið brýtur kringvarpslógina uttan at tað fær nakrar fylgir, segði Rigmor Dam fyri løtu síðan í løgtinginum. Bjørn Kalsø svaraði at hann hevði biði um eina frágreiðing frá stýrinum og mentamálaráðnum, men hann undirstrikar at Landsstýrismaðurin onga beinleiðis ávirkan hevur á Kringvarpið og tí kann hann ikki geva stjóranum nøs.

Men hann segði at enn hevði hann ikki fingið nakra niðurstøðu um at lógin varð brotin. Tvørturímóti vísti Bjørn Kalsø á at tað var staðfest at sáttmálin sum Kringvarpið gjørdi við eitt privat felag um Nýggjárssendingina var í trá við Kringvarps Lógina. Men so hvørt sendingin leið gjørdist tað greitt at alt ikki var sum tað átti at verða og tí hevði landsstýrismaðurin biði um frágreiðingar frá stýrinum og ráðnum.