Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stongja kassaavgreiðslurnar í Klaksvík og Saltangará eftir 1. apríl

John William Joensen

Kundaatferðin er nógv broytt seinnu árini, og alsamt fleiri kundar brúka nýggju møguleikarnar fyri at avgreiða síni viðurskifti heimanífrá.

Kundaatferðin er nógv broytt seinnu árini, og alsamt fleiri kundar brúka nýggju møguleikarnar fyri at avgreiða síni viðurskifti heimanífrá. 
Tí tillagaði BankNordik virksemið í samsvar við broytta tørvin hjá kundunum fyri einum ári síðani, tá kassaavgreiðslurnar á Tvøroyri, Sandi og í Miðvági vórðu latnar aftur.

“Eitt ár er nú liðið, síðani kassarnir lótu aftur, og royndirnar hava verið góðar. Kundarnir hava í enn størri mun tikið Netbanka, Netbankan á snildfonini og gjaldskortini til sín, og tí hava vit góðar vónir um, at tað eisini fer at gangast væl, tá kassarnir á deildunum í Klaksvík og Saltangará lata aftur 1. apríl”, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

Seinasti dagur við kassaavgreiðslu á deildunum í Saltangará og Klaksvík verður 31. mars. Eftir hetta halda deildirnar fram sum ráðgevingardeildir. Eins og í fjør fer BankNordik at skipa fyri vegleiðing og hjálp til kundar, ið hava tørv á at stovna Netbanka o.a., tá kassaavgreiðslan verður latin aftur.
Harleywoodpaint