Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tatovering í staðin fyri ring

Danial Viðoy

Tíðirnar broytast og siðir broytast. Giftarmál er eitt gamalt mál, sum eisini hevur verið fyri broytingum. Eitt vanligt tekin upp á eitt hjúnarlag er ringur upp á fingur. Men tað hevur eisini hug at broyta skap.

Tíðirnar broytast og siðir broytast. Giftarmál er eitt gamalt mál, sum eisini hevur verið fyri broytingum. Eitt vanligt tekin upp á eitt hjúnarlag er ringur upp á fingur. Men tað hevur eisini hug at broyta skap.

Jyllands-Posturin hevur í einum serblaðið frá seinasta sunnudegi eina hugfarsliga grein um teknið upp á hjúnarlag og tað, at vera trúlovaður.

Fyri langari tíð síðani, var ein knútur nógmikið til at vísa, at viðkomandi par var gift. Prestsins hond yvir tvær ymiskar foldaðar hendur hevur eisini verið nógmikið.

Í 1300-talinum byrjaði ringurin at gerast teknið fyri eitt giftarmál, ið hvussu innan kristindómin. Men tað var ikki fyrr enn seint í 1800-talinum at hesin siður tók seg upp í Norðurlondum. Ja og nakað seinni í Føroyum.

Tað er dýrt

Í práti við ein danskan gullsmið, fortelur hann at tað vanligasta millum fólk, er at keypa tveir ringar áljóðandi 14.000 til 20.000 krónur. Tað er væl av peningi. – Men onki er óført tá ið forelskilsi er uppi í leikinum.

Men hann fortelur eisini, at serliga eftir fíggjarkreppuna, er tað eisini vorðið alsamt meira vanligt millum fólk, at keypa tveir fittar ringar fyri 1500 til 2000 krónur. – Tað er jú tankin, sum telur, leggur hann afturat.

Tatovering tað nýggja?

Men tað er ikki bert hugsanarhátturin hjá fólkið, sum broytist viðvíkjandi vali av prísstøði. Tað eru nú hjún, ið als ikki keypa sær ring, men sum í staðin fáa sær eina tatovering. Tvey eins blomstur ella, hvat tað skal vera.

Spurningurin er so, um tatoveringin fer at taka yvir aldargamla ringin. Livst so spyrst!