Framsýning av gomlum fotomyndum; Jóannes Niclasen hevur framsýning av gomlum fotomyndum. Dragin opið skip. Træskipini og stálskipinisøga og framtíð? Thormund Johannesen Skipasmíð í Føroyum. Lesiringur á Klaksvíkar bókasavni viðger “Offurmorðið” eftir Duritu Holm. Edward Fuglø greiðir frá listaverkunum – Jesus úr Nasaret. Tiltakið er í kirkjukjallaranum.
Hósdagur 20. feb.
kl. 15.00 – 18.00 Smæran
Framsýning av gomlum fotomyndum
Jóannes Niclasen hevur framsýning av gomlum fotomyndum.
Høvi verður at keypa kaffi, te og køku
kl. 16.00 – 18.00
Dragin
Opið skip
kl. 19.30 Skúlin við Ósánna
Træskipini og stálskipinisøga og framtíð?
Thormund Johannesen Skipasmíð í Føroyum
Thormund Johannesen, ættaður úr Klaksvík, er útbúgvin skipsførari og skipsverkfrøðingur. Hann hevur eina áhugaverda framløguí Skúlanum við Ósánna hósdagin 20. februar kl. 19.30,har hann tosar eitt sindur um træskipini, m.a. við støði í bókina hjá Óla Olsen, Siglandi arvurin.
Eisini verður komið inn á stálskipasmíð, har tvey dømi verða tikin fram um skip, sum eru smíðað á Tórshavnar Skipasmiðju og tvey, sum eru smíðað á Skála Skipasmiðju
kl. 19.30 Klaksvíkar bókasavn
“Offurmorðið”
Lesiringur á Klaksvíkar bókasavni viðger “Offurmorðið” eftir Duritu Holm.
Tiltakið er hesaferð í samstarvi við blaðið Kvinna og ert tú vælkomin at vera við í kjakinum ella bert sita og lurta.
Kvinna er farin undir eitt nýtt, spennandi átak í 2014, ið eitur Kvinna lesur, har kvinnur kring alt landið fáa høvi at lesa somu bók – og síðani hittast á bókasøvnum kring landið fyri at tosa um bókina. Ein stórur lesiringur, ið fevnir um alt landið, har bøkur, lesing og bókmentir verða settar í brennidepilin.
Fyrsta bókin, ið lisin verður, er spildurnýggja krimiskaldsøgan “Offurmorðið” eftir Duritu Holm, sum kom út fyri jól. Ein krimi- og spenningsbók um svik, kærleika og morð, sum gongur fyri seg í kolumbiska tarvafiktaraumhvørvinum.
kl. 20.00 Christianskirkjan
Jesus úr Nasaret
Edward Fuglø greiðir frá listaverkunum – Jesus úr Nasaret. Tiltakið er í kirkjukjallaranum,
har eisini Sjúrður Sólstein fer at greiða frá sínum leikluti at
evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.
Charlotta Thorsteinsson, fer at lesa eina av halgisøgunum
hjá Selmu Lagerløft, Jesus úr Nasaret.
Jesus úr Nasaret
Jesus úr Nasaret, er listaverk við 10 træskurum, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Verkið, sum fekk heitið meistaraverk, varð avdúkað í sambandi við at Christianskirkjan helt sín 50 ára føðingardag í juni mánaða í fjør. Talan er listprýði úr timbri og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar – eini 5000 í tali – til og líma teir á rundar træplátur.
Nógv fólk vóru komin saman at vera við til avdúkingina. Fólk vóru málleys. Tað vóru ikki orð fyri vakurleika og listarligum hegni, ið Edward Fuglø her sýndi fram – Ja, hetta má sigast at vera eitt at hansara høvuðsverkum.
Nógv hava vitað Christianskirkjuna síðani fyri at síggja hetta meistaraverk. Edward Fuglø fer á Torradøgunum at greiða frá hugskotunum handan hesar 10 rundu træskurirnar og eisini fer Sjúrður Sólstein, at greiða frá sínum leikluti at evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.
Charlotta Thorsteinsson fer at lesa eina av halgisøgunum hjá Selmu Lagerløft, Jesus úr Nasaret




