Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ofrar Javnaðarflokkurin pensjonistarnar?

Bill Justinussen

Tað var sera óvæntað at frætta, at Javnaðarflokkurin nú gongur á odda at rykkja teppið undan pensjónistum, sum bara hava fólkapensjónina at liva av. Enntá var tað ein abbadóttir mannin, sum fekk æruna fyri, at føroyingar fingu fólkapensjónina í 1959, sum bar okkum hendan dapra boðskapin. Ivaleyst er hon vorðin so eym um hetta hjartabarnið, at hon ikki orkar tankan um neyðugar dagføringar.

Tað var sera óvæntað at frætta, at Javnaðarflokkurin nú gongur á odda at rykkja teppið undan pensjónistum, sum bara hava fólkapensjónina at liva av. Enntá var tað ein abbadóttir mannin, sum fekk æruna fyri, at føroyingar fingu fólkapensjónina í 1959, sum bar okkum hendan dapra boðskapin. Ivaleyst er hon vorðin so eym um hetta hjartabarnið, at hon ikki orkar tankan um neyðugar dagføringar.

Tað er munur á Føroyum í dag og fyri 55 árum síðani. Vælferðarsamfelagið hevur megnað at bygt upp sterkar skipanir – ikki minst Javnaðarflokkinum fyri at takka -, sum tryggja fólki góð fíggjarlig kor í ellisárum. Nú koma støðugt fleiri inn í pensjonistaárini við góðum pensjónum. Lønarsáttmálar bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum hava í mong ár innihildið hækkandi pensjónsinngjøld. Hetta var ikki støðan í 1959. Tá var talið á teimum, sum høvdu størv við góðum pensjónum, munandi lægri. Tey flestu høvdu onga fíggjarliga trygd í ellisárum. Tí var fólkapensjónin eitt ófatiligt frambrot fyri allar føroyingar og lyfti okkum inn í vælferðarsamfelagið.

Men við broyttu umstøðunum er munurin á fólki í ellisárum vorðin ein samfelagstrupulleiki. Tað er sárt at eygleiða, hvussu stórur munur er á fíggjarligu orkuni hjá pensjonistum. Nógvir hava tað tíbetur rúmligt og gott. Men alt ov nógvir hava tað alt ov trongt. Hava nóg illa ráð til mat á borðið. Er tað teirra skuld? Eg haldi ikki. Tey flestu fara út í arbeiðslívið uttan at hugsa um, hvussu teirra umstøður verða 40 ár seinni. Tað kann man ikki siga tey ring fyri. Nøkur koma meiri ella minni av tilvild á eina lívsleið og inn í eitt arbeiðslív, har pensjónsviðurskiftini eru tryggjað í vælumhugsaðum sáttmálum. Onnur koma meiri ella minni av tilvild í arbeiði, har vánalig ella ongin pensjón er tryggjað í arbeiðslívinum.

Eg haldi, at hetta er ein samfelagstrupulleiki. Og tí eiga vit politiskt at loysa hann. Tí arbeiðir samgongan við umskipanum á pensjónsøkinum. Hesar skulu tryggja eitt javnari býti av almennu fólkapensjónini. Eitt býti, har tey, sum hava minst, fáa meiri, og har tey meiri vælbjargaðu lata sín part. Á tann hátt lyfta vit tey, sum hava minst, upp á eitt virðiligari støði uttan tó at gera okkum inn á nakran rætt. Ein umlegging av grundarupphæddini kann loysa ein ríviligan part av hesi uppgávu.

Var Petur Mohr Dam løgmaður ídag, ivist eg ikki í, at vit báðir høvdu verið fult samdir um eina slíka umlegging.

Bill Justinussen

Løgtingsmaður fyri Miðflokkin