Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ågot liggur tryggast á stórukaj í nátt

Oliver Joensen

 Tað segði Tormund Johannesen, skipaserkønur frá tryggingarfelagnum. Nú eru vit komnir so langt, at Ågot er leys av Slættabergi. Átakið við at toga eina presending fyri har bungan á Slættabergi hevur skatt Ågot undir vatnskorpuni hevur eydnast somikið væl, at pumpurnar vit hava koyrandi, væl klára at halda skipið lens.

Sleiðistøðin hjá KSS verður ikki tøk fyrr enn ímorgin, tá garnaskipið Thor eftir ætlan skal aftur á sjógv. Sum støðan er í løtuni, so hava vit avgjørt at lata Ågot liggja her til í morgin. Full flóð er nú klokkan 19, og tá er ætlanin at fáa Slættaberg aftur at kajini við NFCS. Hydraulikslangan sum Slættaberg hevur til fiskapumpuna er 70 metrar long so kanska er møguleiki at fiskapumpan framhaldandi kann liggja umborð á Ågot í nátt. Í øllum førum sleppa vit undan at flyta skipið tvær ferðir. Upprunaliga var ætlanin at flyta Ågot norður á kajina við sleipistøðina í kvøld, men tann ætlanin er slept, í hvussu so er fyribils. Brimil er eisini her til at taka, so støðan hjá Ågot er trygg, segði Tormund Johannesen, skipaserkønur fyri løtu síðani.

Harleywoodpaint