Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B36-EB/Streymur: Óvanliga nógvir mál møguleikar

Jákup Ósá

Ein venjingardystur var í Gundadali í kvøld.

Ein venjingardystur var í Gundadali í kvøld.

Líkindini vóru frálík og vit sóu eisini nógvar stórar mál møguleikar, serliga í fyrra hálvleiki. EB/Streymur átti teir flestu, men tvær ferðir raktu B36 leikarar stengurnar. Støðan í hálvleikinum var 0-0, hóast kanska eitt rættvíst úrslit hevði verið 5-2 ella har áleið til EB/Streym. Óvanliga nógvir stórir mál møguleikar vóru í fyrra hálvleiki, tá B36 verjan ofta lá ov høgt.

Í seinna hálvleiki gjørdu liðini nógvar útskiftingar og tað sá út til at ávirka EB/Streym meir. Rasmus Dan Sørensen legði B36 á odda eftir uppspæl frá Adeshina Lawal. Og nakað seinni var øvugt, tá Rasmus kom ígjøgnum í vinstru. Eftir at bólturin fór nakað aftur og fram fekk Adeshina Lawal skot á og so var 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

B36 byrjaði soleiðis (4-4-1-1): Trygvi Askham – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Klæmint Matras, Karl Martin Danielsen – Hanus Thorleifsson, Eli F. Nielsen, Róaldur Jacobsen, Rasmus Dan Sørensen – Lukas Cieslewicz, Adeshina Lawal

EB/Streymur byrjaði soleiðis (4-2-3-1): René Tórgar – Árni G. Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen – Høgni Madsen, Gert Hansen, Niels Pauli Danielsen – Gunnar Zachariassen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Harleyfacadeacryl