Nú um dagarnar frættist, at sera long og ótolandi bíðitíð er hjá føroyskum kvinnum at koma fram at hjá serlækna í kvinnusjúkum, um so er, at talan ikki er um bráðfangisviðgerð. Hetta kann tó verða viðgerð av trupulleikum, sum hava sera darvandi árin á lívsgóðskuna hjá hesum kvinnum.
Nú um dagarnar frættist, at sera long og ótolandi bíðitíð er hjá føroyskum kvinnum at koma fram at hjá serlækna í kvinnusjúkum, um so er, at talan ikki er um bráðfangisviðgerð. Hetta kann tó verða viðgerð av trupulleikum, sum hava sera darvandi árin á lívsgóðskuna hjá hesum kvinnum.
Spurningarnir, ið Eyðgunn Samuelsen hevur sett Karsten Hansen, eru hesir :
1. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í arbeiðinum at gera eina serlæknaplanlegging fyri Heilsuverkið ?
2. Nær kann løgtingið fáa nakað at vita um hvussu sjúkrahúsini skulu tengjast afturat tí fyriliggjandi uppskotinum um heilsunýskipan ?
3. Fyriliggur nøkur strategi um hvussu sjúkrahúsini skulu arbeiða við at fáa fleiri serlæknar til tey økini, sum eru undirmannað.
Viðmerkingar:
Høvuðsorsøkin til hetta, er manglandi serlæknar á økinum. Hetta er ikki nakað nýtt, tí longu í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk frá 2007, var m.a. víst á, at júst gynækologi, var eitt av teimum økjum, sum serliga manglaði serlæknar. Tað kom fram í fjølmiðlunum nú um dagarnar, at tað allarhelst átti at verið 5 serlæknar í gynækologi, men bert tvey størv eru sett og onkur fastur vikarur í triðings starvi.
Men tað kom eisini fram, at umframt at tað er torført at fáa serlæknar, so er tað eisini talan um ein fíggjarligan spurning, nú sjúkrahúsverkið er fíggjarliga skorið. Hetta skal væl skiljast soleiðis, at t.d. Landssjúkrahúsið ikki hevur pening til at seta fleiri serlæknar á økinum sum dekkar alt landið, um so er, at møguligt skuldi verið at fingið onkran. Sostatt kann heldur ikki gerast nakað munagott arbeiði fyri at finna fleiri læknar, tí eingin peningur er at løna teimum við. Soleiðis verður økið fasthildið í eini støðu, har arbeiðsviðurskiftini gera, at ongin vil søkja.
Sum nevnt, var tað longu í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk gjørt vart við hendan trupulleika, og fleiri ferðir hevur løgtingið fingið at vita, at arbeitt verður við planlegging av serlæknamanningini á teimum trimum sjúkrahúsinum.
Tann 16. Apríl í fjør svaraði landsstýrismaðurin Karsten Hansen, einum fyrispurningi um nakað sama evni, at: “Skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsuverkinum”.
Og víðari í sama svari var sagt: “Ein liður í hesum arbeiði er at gera eina serlæknaplanlegging. Tað vil siga, at tað skal gerast ein ætlan fyri, hvørji serlæknaøki natúrliga eru partur av føroyska heilsuverkinum, og hvat føroyska heilsuverkið eigur at keypa av tænastum uttanlands”
Tá uppskotið um heilsunýskipan varð lagt fyri tingið, var als einki nevnt um skipan av sjúkrahúsunum sum partur av heilsuverkinum, og tá sóknast varð eftir hesum, varð víst á at hetta fór at koma seinni.
Onki er komið fram um tað arbeiðið sum skuldi gerast við serlæknaplanleggingini, og tí má spyrjast eftir hvat hendir á hesum økinum og um landsstýrismaðurin nú kann siga nakað um hvussu hann hugsar sær sjúkrahúsini sum partur av heilsuverkinum, – og hvørjar ætlanir eru við serlæknamanningini.
Tað kom eisini fram í fjølmiðlunum, at tað neyvan er nóg mikið at søkja eftir serlæknum, um arbeiðsviðurskiftini, sum bjóðast kunnu, ikki eru nøktandi. Í fleiri av grannalondunum er eisini trupulleiki at fáa serlæknar í útjaðaranum, men her verður fleiri staðni arbeitt rættuliga miðvíst við eini strategi um hvussu hetta skal eydnast betri, og tí kundi verið áhugavert at fingið at vita um tað er gjørd nøkur yvirskipað strategi, antin í Heilsumálaráðnum ella av sjúkrahúsunum, um hvussu tey kunnu fáa fleiri serlæknar at koma hendan vegin, – ella um tað er meiningsleyst arbeiði tá sjúkrahúsini eru skorðin so mikið nógv, at tey ikki hava pengar til at seta fleiri serlæknar.
Á løgtingi tann 2 mars 2014
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna




