Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tey ræðast hann øll

Randi Jacobsen

Ein 44 ára gamal maður varð í Føroya Rætti fyrrapartin varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava hótt, brúkt ókvæmisorð móti politinum og fyri at hava havt nakrar hassjplantur heima hjá sær. Maðurin kærdi varðhaldsfongslingina beinanvegin

Ein 44 ára gamal maður varð í Føroya Rætti fyrrapartin varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava hótt, brúkt ókvæmisorð móti politinum og fyri at hava havt nakrar hassjplantur heima hjá sær. Maðurin kærdi varðhaldsfongslingina beinanvegin

Tað sá nokkso ógvusligt út, tá ið tveir vælvaksnir politistar komu dragandi í rættin í morgun við einum manni í hondjørnum millum sín.

Maðurin varð gjárkvøldið handtikin heima í húsunum, hann leigar á bygd.

Hann hevði ringt til alarmsentralin fyri at fáa politiið at hjálpa sær at koma í samband við advokat sín. Maðurin hevði brúk fyri at sleppa at tosa við advokatin, tí hann skuldi til viðtalu hjá Kriminalforsorgini í dag, men vildi hava fundin útsettar.

Orsøkin til, at hann ringdi til alarmsentralin var, at talutíðarkort hansara var uppi, og einasta stað, hann kundi ringja var 112.

Hann uppgav telefonnummarið hjá advokatinum, men politisturin var ikki sinnaður at hjálpa honum. Bað hann finna onkran annan máta at koma í samband við advokatin.

Maðurin var nokkso ólátaður í orðum, og tað tók politisturin sum hóttanir.

Síðan fór maðurin inn til ein granna, ein politist, at biðja um hjálp, men heldur ikki har bar til. Eisini har brúkti hann ógvuslig orð, og tá ið familjan kendi seg útrygga, varð maðurin koyrdur út.

Hann fór so heim, og nakað eftir kom politiið eftir honum og handtók hann.

Í húsunum fann politiið nakrar hassjplantur.

Áðrenn tað hevði hann ringt aftur til alarmsentralin og bað teir enn eina ferð hjálpa sær. Gjørdu teir tað, var ikki neyðugt at senda politiið eftir sær.

Hann fekk ikki umbidnu hjálpina.

Í rættinum greiddi hann frá, at tað einasta, hann hevði ætlað, var at fáa advokatin at ringja til sín, tí hann fekk ikki ringt sjálvur.

Verjin hjá manninum helt, at politiið hevði blást málið upp. Hevði politiið bara gjørt honum ta lítlu tænastuna, varð sloppið undan grundlógarhoyrinum í dag.

Hevði eg ringt og biðið um tænastuna, høvdu teir gjørt tað, men tað gjørdu teir ikki, tí tað var hesin maðurin. Hann hevur rætt til somu viðferð sum øll onnur, segði verjin.

Tann 44 ára gamli maðurin er royndarleyslatin og hevur tveir mánaðir eftir at sita av einum øðrum domi um hóttanir og annað.

Ákærin kravdi mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur, meðan málið verður kannað. Verjin kravdi leyslatin.

Dómarin valdi at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur, og tað kærdi maðurin.