Niklái Nysted sum er stjóri á Knassum, var í dag á fundi á Norðlýsinum har tosað var um hvørjir møguleikar liggja í føroyska miðla heiminum.
Niklái Nysted sum er stjóri á Knassum, var í dag á fundi á Norðlýsinum har tosað var um hvørjir møguleikar liggja í føroyska miðla heiminum.
– Vit halda at tað hevði verið sera áhugavert at eitt nú Dimmalætting, sum var eitt gott gamalt føroyskt brand, aftur bleiv ein sjálvstøðugur miðil á netinum og møguliga eisini sum ein blaðútgáva.
– Tó er eingin ivi um at framtíðin hjá føroysku miðlunum er innan talgylta heimin og her arbeiða vit á Knassum við nógvum spennandi átøkum, sigur Niklái Nysted.
Stjórin og blaðstjórin á Norðlýsinum vóru sera hugaðir fyri framhaldandi samstarvi við Knassar og ásannaðu týdningin av at hava fleiri føroyskar miðlar.
Knassar er veitari av heimasíðuni hjá Norðlýsinum.




