Fyri løtu síðani fór Núpur nýggjan túr. John Kári Jacobsen, skipari segði í telefonini fyri løtu síðani, at teir heilst fóru at vera høgligir hendan túrin. Túrarnar frammanundan hava vit verið á djúpum vatni, men líkindini hava verið so ótrúliga ring, at vit hava fleiri ferðir verið við at mist reiðskap orsakað av nógva rullinum. Fyrra túrin høvdu við 120.000 pund, meginparturin longa og hendan túrin høvdu vit, eg rokni við at tað mundi viga ímóti 90.000 pundum, segði John Kári Jacobsen, skipari at enda.
14 mans eru við Núpi – heldur ikki hendan túrin sær út til at teir fáa gott veður, veðurmenninir spáa nógvan vind fleiri dagar fram. Út eftir Vágni tók leyst fyri løtu síðani, so teir fáa seg helst royndar so skjótt teir koma útum landoddarnar.




