Klaksvíkingar(Viðoyingur) tippa um Effodeildina: Danial Viðoy kemur í kvøld við sínum boði uppá, hvat vit kunnu vænta okkum av Effodeildini í ár.
Tátturin eitur ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”, men hesaferð er tað tó ikki ein klaksvíkingur, men ein viðoyingur, ið tippar. Danial Viðoy væntar, at tað vera báðir risarnir í føroyskum fótbólti, HB og KÍ, sum koma at stríðast um FM heitið. Danial tippar soleiðis:
FM-Vinnari: HB
Nummar 2: KÍ
Nummar 3: Víkingur
Nummar 4: B36
Niðurflytari: Skála
Niðurflytari: B68
Ársins toppskjútti í Effodeildini: Páll Klettskarð (KÍ)
Ársins leikari í Effodeildini: Fróði Benjaminsen (HB)
Ársins stjørnuskot í Effodeildini: Poul Ingason (HB)
Besta keypið í Effodeildini: Jóan Símun Edmundsson (AB)
Les aðrar tippingar um Effodeildina 2014:
– FM heitið endar í Eysturoynni
– Bæði Havnarfeløgini í topp 4
– Klettskarð fær aftur eitt framúr kappingarár
Um táttin ”Klaksvíkingar tippa um Effodeildina”:
Hvørt kvøld fram til leygardagin 15. mars fara tilvildarliga útvaldir fótbólts áhugaðir klaksvíkingar at tippa um Effodeildina 2014 á nordlysid.fo. Landskappingin í Effodeildini byrjar leygardagin 15. mars. Vit spyrja um topp 4, niðurflytarar, ársins leikara, stjørnuskot, toppskjútta og ársins ”keyp”. Við ársins stjørnuskot eru krøvini, at talan skal vera um U21 leikara, sum enn ikki hevur fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Effodeildini, meðan eitt ”keyp” meinast við ein leikara, sum er komin til felagið uttanífrá og sum ikki spældi við sama felagnum í fjør.




