Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

B68 ynskir at leiga KÍ leikarar

Jákup Ósá

Fleiri av ungu KÍ leikarunum hava verið nógv eftirspurdir av øðrum feløgum.

Norðlýsið veit frá fleiri vælvitandi keldum, at B68 í dag hevur spurt um fleiri KÍ leikarar og eisini fyrr í vetur hevur spurt um onkran leikara við tí endamáli at leiga teir í eina tíð. Kanska serliga fyri leikarar, sum væntast at fáa trupult við at fáa spælitíð hjá KÍ. Sum skilst er talan um Ivan Joensen og Ísak Simonsen, sum B68 hevur spurt seg fyri eftir í dag. Eisini hevur eftirspurningur verið eftir Tórur Justesen, har ÍF, sum leitar eftir vinstra bakki, hevur ligið framvið.

Norðlýsið fylgir gongdini í KÍ og hevur samrøðu við Tummas Lervig um hesir spurningar seinni í kvøld, har vit fáa greiðu á, um KÍ møguliga velur at leiga nakran leikara út ella ikki. Hetta er ikki ókent í øðrum feløgum, at eykaleikarar vera leigðair út í styttri tíðarskeið.