Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skitin vápn vera brúkt

Jákup Ósá

Leikarar hjá NSÍ eru eftirspurdir av feløgum uttan, at NSÍ er spurt fyrst. Hendan ólógliga mannagongdin er farin fram fleiri ferðir seinastu tíðina, sigur ítróttarstjórin.

Ítróttarstjórin í NSÍ sigur, at okkurt felag og ávísir venjari/ar hava brúkt skitin ”tricks” fyri at fáa leikarar úr NSÍ nú uppundir, at flytingargluggin stongir.

Eyðstein Skipanes er ítróttarstjóri í NSÍ. Hann sigur, at einasta broytingin hjá NSÍ í dag er, at Andrias á Líknargøtu er farin til B68. Men ólógliga hevur okkurt felag og venjari farið uttanum NSÍ og vent sær beinleiðis til leikara/ar og lokkað við m.a. fastari spælitíð. Eyðstein vil tó ikki siga, hvat felag ella venjara talan er um ella um talan er um fleiri feløg ella venjarar.

– Onkur leikari hjá okkum hevur vent sær til okkum og sagt, at teir eru troyttir av, at feløg ella venjari ringja og leggja trýst á fyri at fáa teir til sín. Hetta er jú ólógligt, tí reglarnir hjá FSF eru greiðar. Feløg kunnu ikki tosa við leikarar uttanum felagið fyrr enn eitt hálvt ár ella minni er eftir av sáttmálanum. Men hetta er brotið meir enn einaferð hesa seinastu tíðina og tað er sera óheppið, tí hetta er eitt skitið ”tricks”. NSÍ roynir at halda reglarnar og brúka røttu raðfylgjuna, um vit skulu eftir nøkrum leikara. So hetta er nakað, sum feløgini mugu taka upp, sigur ein avgjørdur Eyðstein Skipanes við nordlysid.fo.