Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðfrøðislesturin er sera spennandi og ríkandi

Oliver Joensen

Í løtuni eru átta føroyingar tilknýttir skúlan og vóru vit í gongd við myndatøku til skúlablaðið DBI-Posten, sum hesaferð inniheldur eitt serligt blað um allar føroyingarnar, sum lesa á staðnum.

Hósdagin fór blaðstjórin til Danmarkar, millum annað í kópakonuørindum. Ávegis til hotellið stóð ein røð av ungum monnum og kvinnum uppstillaði á Købmagergøtu.

Á veg framvið bleiv rópt “Hey Oliver”. Tað vísti seg nevniliga at flestu teirra vóru føroyingar og ikki sørt av klaksvíkingum uppií. Orsøkin til at teir vóru uppstillaðir var, at ein fotografur var í ferð við at taka myndir av teimum til blað teirra. Sjálvandi nýtti eg eisini høvi at fáa eina mynd. Tað er ikki ofta tú hittir so nógvar teologilesandi uppstillaðar í røð á gøtuni í Keypmannahavn.

Í løtunieru átta føroyingar tilknýttir skúlan og vóru vit í gongd við myndatøku tilskúlablaðið DBI-Posten, sum hesaferð inniheldur eitt serligt blað um allarføroyingarnar, sum lesa á staðnum.

Vanliga íFøroyum gongur skúlin undir heitinum DBI, og er hetta tann eini av tveimummøguleikum at lesa guðfrøði í Keypmannahavn. DBI (Dansk Bibel Institut)samarbeiðir við norska skúlan Fjellhaug og er útbúgvingin tískil góðkend oggóðskutryggja av norskum útbúgvingarmyndugleikum.

DBI erein privatur skúli, sum verður fíggjaður av gávum frá fólkum úr Danmark,Føroyum og aðrastaðni. Og skulu fólk hava eina hjartans tøkk frá okkum lesandifyri hesar gávur, sum gera tað møguligt at lesa her.

Tað erymiskt, hvussu langt vit eru komin í lestrinum, onkur hevur lisið 2 ár, meðanonnur hava styttri eftir. Guðfrøði er uppdeilt í eitt 4 ára bachelor skeið og 2ára kandidat skeið. Og spurningurin ein oftast fær er, skalt tú vera presturaftaná?

Og svariðer fyri onkran eitt ja, meðan fyri onnur er svarið, at tað veit man ikki enn,og aftur onnur siga, at tey ætla sær út í heim í trúboðaratænastu. Hóast svariðer ymiskt eru vit øll samd um, at guðfrøðislesturin er sera spennandi ogríkandi.

 

Harleywoodpaint