Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Sjúkrahús skal hava tryggar karmar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann

Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann


Løgtingsmál nr. S-25/2013: Viðvíkjandi Klaksvíkar Sjúkrahúsi

1. Fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi, áðrenn hann fer frá sum landsstýrismaður?

2. Skal uppvenjing framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

3. Verður støða tikin til, um urologi, ortopædi og medisinsk viðgerð framhaldandi skulu bjóðast á Klaksvíkar sjúkrahúsi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús skal skipast frameftir, áðrenn hann sigur landsstýrissessin frá sær?


Viðmerking:

Hósdagin 6. mars frættist, at lands­stýris­maðurin við heilsumálum, Karsten Hansen, steðgar sum landsstýrismaður í summar.

Tá Miðflokkurin fór í samgongu í november 2011, var semja gjørd um, at Karsten Hansen skuldi taka sæti í landsstýrinum í tvey ár, áðrenn ungur avloysari var funnin. Nú er so kunngjørt, at Karsten Hansen gevst í summar.

Men framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á, áðrenn landsstýrismaðurin steðgar í summar.

Undirritaða setti landsstýrismanninum skrivligan fyrispurning 19. mars 2013, har spurt var um, um landsstýrismaðurin ætlaði at taka støðu til, hvørjar funksjónir skuldu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hvussu tað varð við endurvenjingini. Um landsstýris­maðurin ætlaði, at urologiin, ortopædiin og medisinska viðgerðin framhaldandi skuldi vera á Klaksvíkar sjúkarhúsi. Síðst, men ikki minst, hvussu landsstýrismaðurin ætlaði at skipa føroyska heilsuverkið frameftir.

Í svarinum (dagf. 19 mars 2013) segði landsstýrismaðurin millum annað, at: “skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsuverkinum.”

Løgtingið hevði aðalorðaskifti um heilsunýskipanina 8. november 2013, har lands­stýrismaðurin legði frágreiðing fyri Løgtingið, har hann millum annað vísti á, hvussu heilsuøkið skuldi skipast frameftir. Men vit bíða framvegis eftir landsstýrismanninum. Hvussu ætlar hann at skipa Klaksvíkar sjúkahús frameftir? Hvørjar funksjónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi? Hvussu við endurvenjing? Urologiini? Ortopædiini? Medisinsku viðgerðini?

Framvegis eru nógvir ógreiðir spurningar, ið vit mugu fáa greiðu á. Tí verða omanfyrinevndu spurningar settir.


Á Løgtingi, 11. mars 2014

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Harleywoodpaint