Karin Kjølbro er ættað úr Klaksvík og sat á løgtingi umboðandi Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoy í nógv ár, fyrst sum varalimur frá 1970-74 og síðan sum valdur løgtingslimur frá 1978 til 1990, tá hon ikki stillaði upp aftur.

Um Karin kunnu vit m.a. nevna:
At hon var leiðari á Kriminalforsorgini í Føroyum, og hon stovnaði felagið Barnabata í 1980.
Karin var stigtakari til Kvinnutingið, ið var frá 1979-83, og hon gjørdi fyrsta uppskotið um eina javnstøðunevnd, ið var lagt fyri tingið í 1979.
Hon var blaðstjóri á 14. September frá 1983-84 og forkvinna fyri Kvinnufelagssamskipan.
Karin er dóttir Turid f. Thomsen, úr Skúvoy, og Poul Nolsøe Kjølbro, úr Klaksvík.
Vit á Norðlýsinum fara at ynskja hesi megnarkvinnu úr Klaksvík hjartaliga tillukku við degnum.