Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir leikararnir sláa til í HB-KÍ dystum

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvørjir leikarar serliga sláa til í klassikaranum millum HB og KÍ.

Vit hava hugt eftir, hvørjir leikarar serliga sláa til í klassikaranum millum HB og KÍ.

Niðanfyri hava vit tikið dystirnar síðani KÍ flutti upp í 2011 við í hagtølini. Og hyggja vit eftir málskjúttum, so ganga nakrir leikarar aftur hjá báðum liðunum. Hjá KÍ er tað Hjalgrím Elttør, sum hevur skorað flest mál, og hann er eisini toppskjútti samanlagt hesi árini við 5 málum av teimum, sum spæla sunnudagin. Núverandi ÍF leikarin Kristoffur Jakobsen hevur eisini skorað 5 mál hesi árini. Páll A. Klettskarð hevur skorað 3 mál, men har skal viðmerkjast, at hann ikki spældi dystirnar í 2011. Álvur Christiansen og Ivan Joensen eru hinir báðir KÍ leikararnir, sum hava roynt at skorað móti HB hesi árini síðani uppflytingina.

Hjá HB er Fróði Benjaminsen toppskjútti við 4 málum. Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen hava allir skorað 3 mál.

So taka vit einans og hyggja eftir málskjúttunum, so eru tað hesir, sum trívast best í hesi uppgerðini, sum so stórt fokus er á og har tað ofta verður sagt, at eyka nógv verður lagt fyri. So vil tíðin vísa, um tað aftur vera hesir leikararnir, sum sláa til sunnudagin.

Toppskjúttar:

KÍ:

Hjalgrím Elttør 5

Kristoffur Jakobsen 5

Páll A. Klettskarð 3

Álvur Christiansen 1

Ivan Joensen 1

Sjálvmál 2

HB:

Fróði Benjaminsen 4

Kristin R. Mouritsen 3

Símun Samuelsen 3

Christian R. Mouritsen 3

2013:

KÍ-HB 3-4

KÍ: Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen og sjálvmál

HB: Kristin R. Mouritsen, Alex dos Santos, Símun Samuelsen og Fróði Benjaminsen

HB-KÍ 3-0

HB: Kristin R. Mouritsen, Jóhan T. Davidsen og Fróði Benjaminsen

KÍ-HB 3-3

KÍ: Páll A. Klettskarð (2) og sjálvmál

HB: Christian R. Mouritsen, Bárður Olsen og Páll M. Joensen

2012:

KÍ-HB 1-1

KÍ: Kristoffur Jakobsen

HB: Christian R. Mouritsen

HB-KÍ 5-0

HB: Fróði Benjaminsen, Jógvan Skeel Nolsøe, Símun Samuelsen, Rógvi Holm og Christian R. Mouritsen

KÍ-HB 1-2

KÍ: Páll A. Klettskarð

HB: Fróði Benjaminsen og sjálvmál

2011

HB-KÍ 1-4

HB: Símun Samuelsen

KÍ: Kristoffur Jakobsen (2) og Hjalgrím Elttør (2)

KÍ-HB 2-2

KÍ: Hjalgrím Elttør og Álvur Christiansen

HB: Hanus Thorleifsson og Teitur M. Gestsson

HB-KÍ 1-3

HB: Kristin R. Mouritsen

KÍ: Kristoffur Jakobsen (2) og Hjalgrím Elttør