Eftir ein dag við góðum fakligum íblástri, er gott at leggja seg afturá og njóta gott og stuttligt undirhald. Fyrireikararnir til Ársins Søludag 2014 hava tískil biðið Jákup Veyhe um seta punktum fyri Ársins Søludag 2014. Jákup Veyhe kemur at gera eina parodi um hvat sølufólk IKKI eiga at gera yvir fyri kundum.

Umframt Jákup Veyhe, verður nógv annað spennandi á skránni. Bæði danskir og føroyskir fyrilestrahaldarir koma at seta fakligan, stuttligan og íblástrandi dám á dagin.
Danski Baressokongurin, Kenneth Lucini, kemur at halda fyrilestur um: ”At geva starvsfólkunum passion fyri sølu og tænastu”.
Danin Jesper Bergstrøm, sum er ein sera nógv eftirspurdur fyrilestrarhaldari, kemur at greiða frá um: ”Sølu og kropsmál”.
Jens Løgstrup Poulsen er eisini dani, og starvast dagliga við søluundirvísing. Eisini hevur hann útgivið bøkur um sølu, og kemur at halda fyrilestur um tann mentala partin í sølu og hvussu ein verður “Klárur til sølu”.
Føroysku fyrilestrahaldararnir verða:
Niclas Heri Jákupsson, sum kemur at tosa um ”Søla og Samskifti”. Umframt Niclas Hera, koma trýggir føroyskir stjórar við teirra boðum uppá, hvat teir halda hevur týdning í søluhøpi. Hesir stjórar eru: Jóhanna á Bergi, Pól Huus Sólsetin og Høgnu Zachariasen.
Vinnumálaráðharrin Jóhan Dahl kemur at seta Ársins Søludag 2014.
Les meira um Ársins Søludag 2014 á www.soludagur.com