Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýtt videolag við ”Lisa&Asta”!!!

John William Joensen

Nú koma tær báðar út við einum nýggjum lagi, ið nevnist ”TWO”. Lisa Kaisinger er úr Týsklandi, og Asta Højgaard er úr Klaksvík.

Nú koma tær báðar út við einum nýggjum lagi, ið nevnist ”TWO”.

Lisa Kaisinger er úr Týsklandi, og Asta Højgaard er úr Klaksvík.
Tær ferðast ímillum Føroyar og Týsklands fyri at hava konsertir, gera nýggj løg og eru í studio.
Asta, sum vit eisini kenna úr ”Faroe5”, búði í Karlsruhe í eitt ár, og har byrjaðu tær so smátt at smíða løg og tekstir saman. Tað eru umleið 4 ár síðani, at tær hittust fyrstu ferð og 2 ár síðani, at tær gjørdu sín fyrsta sang, ið kallast ”Apple Trees”.

Seinasta summar góvu tær lagið ”Home” út. Lagið varð tikið upp í Klaksvík í studionum hjá Mikkjali Hvannastein. Tær spældu eisini á Summarfestivalinum síðsta ár og eru nógv at hoyra á Rás2 og Kringvarpinum.

Nú koma tær so út við einum nýggjum lagi, ið nevnist ”TWO”. Hesaferð vóru upptøkurnar gjørdar í Týsklandi, har tær høvdu nakrar konsertir, arbeiddu við nýggjum tilfari og vóru í studio. Har umframt gjørdu tær eitt sjónbandalag, sum varð tikið upp í býnum Stuttgart.

Sangurin ”TWO” snýr seg um, at vit av og á her í lívinum hava tvey hjørtu, tveir tankar og tvey heim. Tað er ikki altíð so nemt at taka eina avgerð, og samleikin hjá tí einstaka tykist vera farin í tvíningar.
Tær báðar siga, at tær hava okkurt tilfar í stoypiskeiðini, sum væntandi kemur út seinni í summar.
Til ber at síggja sjónbandalagið við at trýsta á leinkjuna.