Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrisitingar- og fíggjarleiðari til Marine Harvest Faroes

Lýsing

Søkt verður eftir fyrisitingar- og fíggjarleiðara til Marine Harvest Faroes.

Tú kemur at hava ábyrgd av fíggjarstýringini hjá Marine Harvest Faroes. Hetta inniber at hava ábyrgd av øllum fyrisitingarligum uppgávur, bókhaldinum og rapportering til móðurfelagið. Arbeiðsstaðurin verður á smoltstøðini á Hellunum.


Vit vænta okkum, at tú hevur HD í roknskapi ella cand.merc.aud. og hevur royndir í fíggjarstýring. At tú hevur teldukunnleika til vanligu office forritini, góðan kunnleika til Navision, dugir væl enskt, hevur samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.


Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært avtalu.


Ynskjast fleiri upplýsningar, ber til at ringja til Hans Jákup Mikkelsen, stjóra, tlf. 791001.


Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. apríl 2014.


Umsóknin skal sendast til:

Marine Harvest Faroes P/F

Ternubrekkan 3

695 Hellurnar

att: Una Cornette

Ella sum teldupost til hjm@marineharvest.fo

_______________________________________________________________________

Marine Harvest Faroes er alifelag við trimum alibrúkum og einari smoltstøð. Vit leggja serliga dent á góðan trivnað, og á góð arbeiðsviðurskifti.

www.marineharvest.com