Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er dagsins KÍ hópur

Jákup Ósá

Tað eru fleiri leikarar, sum eru í hópinum hjá KÍ á fyrsta sinni í ár.

Tað eru fleiri leikarar, sum eru í hópinum hjá KÍ á fyrsta sinni í ár.

Sum skrivað fleiri ferðir fyrr, so eru Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Álvur Christiansen og Páll A. Klettskarð ikki tøkir til dagsins dyst. Umframt at Rodrigo Silva ikki hevur fingið arbeiðsloyvið enn. Tað merkir, at fleiri nýggir leikarar eru í KÍ hópinum til dagsins dyst. David Langaard, Heðin á Lakjuni og Bárður Hansen eru fyri fyrstu ferð í ár í KÍ hópinum.

KÍ skal m.a. finna nýggjan miðverja fyri Jonas Flindt Rasmussen og nýggjan álopsleikara fyri Páll A. Klettskarð.

Dagsins KÍ hópur er hesin: Meinhardt Joensen, Fríði Sigurðsson Gunnar Christiansen, Ísak Simonsen, Sørmund Kalsø, Ivan Joensen, Jóannes Bjartalíð, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen, Dávid Langgaard, Tórur Justesen, Ndende Adama Guéye, Jóhan Jacobsen, Andrias Frederiksberg, Heðin á Lakjuni, Bárður Hansen.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 17.00 og dómari verður Eiler Rasmussen.