Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ á útivølli móti steypavinnarunum

Jákup Ósá

 KÍ skal í 1/4 finaluni um løgmanssteypið møta steypavinnarunum seinastu tvey árini.

Víkingur fekk heimavøll móti KÍ. Í landskappingini í ár vann KÍ 1-0 í dysti millum hesi liðini, so lagt er upp til ein spennandi og opnan dyst, har Víkingur við sínari steypa siðvenju og heimavølli helst er favorittur. 1/4 finalurnar vera spældar 27. apríl.

Dystirnir í 1/4 finaluni vera hesir:

Víkingur-KÍ

AB-HB

EB/Streymur-NSÍ

B68-ÍF

Í kappingini hjá kvinnunum skal spælast soleiðis í hálvfinalunum:

EB/Streymur/Skála-KÍ

Víkingur/ÍF-HB