Norðlýsið hevur tosað við týdningarmikla KÍ leikaran um skaða støðuna.
Norðlýsið hevur tosað við týdningarmikla KÍ leikaran um skaða støðuna.
Páll A. Klettskarð hevur verið hart raktur av skaðum í ár. Nakað áðrenn Klaksvíkskappingina bleiv hann fyrst skaddur. Síðani spældi hann ein hálvleik í Klaksvíkskappingini, áðrenn hann mátti út við skaða. So bleiv hann klárur til landskappingina og spældi teir fyrstu tríggjar dystirnar í landskappingini, áðrenn hann aftur bleiv skaddur eftir dystin móti HB. Hann spældi ikki við móti 07Vestur seinasta vikuskiftið og hevur ikki vant hesa vikuna.
Skaði undir ilini
Vit spyrja fyrst, um tað er sami skaði, sum er brotin uppaftur og, hvat tað er fyri skaði.
– Tað eru trupulleikar undir ilini. Og hetta er sami skaðin, sum eg havi fingið hvørja ferð í ár. Eg veit ikki, um eg eri byrjaður ov tíðliga, tí hetta er ein skaði, sum er trupult at meta um. Eg kann gott føla meg væl og uttan trupulleikar í eina tíð, áðrenn tað so aftur blívur galið. Skaðin er komin av yvirbelastningi, har eg ikki havi strekt nógv væl út eftir venjingar í uppstartinum til kappingina, tá vit runnu nógv. Eg havi gingið til lækna, fysioterapeut og nú gangi eg til kiropraktor til viðgerð, so eg kann blíva heilt klárur aftur, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.
Ivasamir sunnudagin
Spurningurin er so, um Páll verður klárur sunnudagin, á KÍ møtir EB/Streymi.
– Í løtuni venji eg á súkklu og annars styrkisvenjing. Eg fái joggað og føli ikki tað stóra í løtuni, men eg fái neyvan fullført eina fulla venjing við bólti í løtuni. Tað er ov tíðliga at siga, um eg røkki dystinum sunnudagin, tí tað kann ganga skjótt hvønn vegin, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið.
Fríggjadagin verður longri samrøða við Páll í Norðlýsinum um m.a. kappingarárið sum heild, um útlitini og um hansara formur hevur verið ávirkaður av skaðanum.




