Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogfrakt úr Føroyum er ongin loysn

Jógvan Hugo Gardar

Føroyskir alarar vinna einki við at senda laks loftvegis úr Føroyum. Talan er bara um eitt dýrkandi lið, ið heldur ikki gevur útflytarunum betri møguleikar at selja laksin.

Føroyskir alarar vinna einki við at senda laks loftvegis úr Føroyum. Talan er bara um eitt dýrkandi lið, ið heldur ikki gevur útflytarunum betri møguleikar at selja laksin.

Ein av føroysku alarunum sum sendir laks til bæði Asia og USA er Marine Harvest. Fyri fyritøkuna er tað ikki ein møguleiki sum tey sakna, at flogfraktmøguleikarnir ikki eru betri úr Føroyum.

– Vit hava ikki tørv á flogfrakt úr Vágum so leingi vit senda alt umvegis Heathrow, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes.

Heathrow hevur fráferðir hvønn dag til allar týdningarmiklar marknaðir í heiminum.

– Fiskurin er bert tríggjar til fýra dagar gamal tá hann er í Heathrow. Tí vinna vit einki við at senda nakað við flogfrakt úr Føroyum, tí tað er bara dýrkandi. Man vinnur einki í tíð, tí fiskurin heldur sær í tvær til tríggjar vikur, sigur hann.

Hann leggur afturat at sum støðan er so er ongin fleksibilitetur við at selja laks til USA ella Kina við beinleiðis flogfarið úr Føroyum, og tí er tað ikki ein møguleiki sum fyritøkan umhugsar.