Hóast tað ikki eydnaðist at vinna FM-heitið í liðkappingini, so hilnaðist júst lokna liðkappingin væl hjá felagnum, har liðini í bestu deildini endaðu á 2. og 4. plássi.
Hóast tað ikki eydnaðist at vinna FM-heitið í liðkappingini, so hilnaðist júst lokna liðkappingin væl hjá felagnum, har liðini í bestu deildini endaðu á 2. og 4. plássi.
Klaksvíkar Talvfelag hevur seinastu mongu árini megnað at hava 2 lið í bestu deildini í liðkappingini í talvi. Vanliga kappast betra liðið – KTF1 – um FM-heitið, meðan b-liðið – KTF2 –hevur ligið í tyngra endanum. Júst lokna kappingarár var onki undantak í so máta, tó var KTF2 ongantíð í veruligum vanda fyri niðurflyting. Verandi føroyameistararnir úr Sandavági endurvunnu tá samanum kom sannførandi FM-heitið, hóast liðið kom illa frá byrjan við 2 ósigrum móti báðum klaksvíksliðunum. Liðið úr Sandavági kom tó sterkt aftur við m.a. einum knúsandi 4-0 sigri á Havnini, og eftir tað kom ongantíð veruligur spenningur í kappingina aftur.
Undan kappingini varð mett, at uppflytararnir av Toftum fóru at fáa tað trupult í bestu deildini, og at niðurflytingarplássið fór at standa ímillum Toftir og KTF2. Bæði liðini royndust tó drúgvari enn væntað, og endin var at liðið úr Vestmanna – sera óvæntað og uttan John Rødgaard á liðnum – endaði aftast og verður tí ikki umboðað í bestu deildini komandi ár.
Endaliga støðan í 1. deild:
Sandavágur 29½ stig
Klaksvík 1 25½ stig
Havnin 23½ stig
Klaksvík 2 16 stig
Toftir 14½ stig
Vestmanna 11 stig
Umframt bæði liðini í fyrstu deild hevur Klaksvíkar Talvfelag eisini lið í 3. Deild. Liðið er serliga mannað við yngru kreftunum í felagnum, sum fáa seg royndan millum teir vaksnu. Hóast liðið endaði á aftasta plássi, so hava unglingarnir Janus Skaale og Bjarki Bertholdsen staðið seg væl og hava ment seg nógv gjøgnum veturin.
Endaliga støðan í 3. Deild:
Sandavágur3 24½ stig og gull
Havnin 23½ stig og silvur
Sandavágur4 22 stig og bronsu
Gøta 20½ stig
Toftir 15½ stig
Klaksvík 12½ stig
Fyri framman er nú Føroyameistarakappingin fyri einstaklingar, sum verður í Klaksvík á páskum, 12. til 19. Apríl í Ósáskúlanum, har íalt 36 telvarar luttaka. Øll áhugaði eru vælkomin framvið hesar dagarnar, eins og fylgjast kann við kappingini á www. faroechess.com.




