Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vilja ikki avskriva Oddbjørn

Jákup Ósá

Formaðurin í FC Argir sigur, at teir als ikki hava umrøtt venjara spurningin enn.

AB koyrdi í kvøld tíðindaskriv út um, at høvuðsvenjarin Bill M. Jacobsen var givin á Argjum. Har stóð, at hjálparvenjarin Oddbjørn Joensen tók yvir fyribils hesa vikuna, sum umfatar dystir Skírisdag móti KÍ í Klaksvík og 2. páskadag á Toftum móti B68.

Norðlýsið spurdi í kvøld formannin í FC Argir, Sjúrð Olsen, um tað verður Oddbjørn Joensen, sum verður komandi venjarin eisini eftir dystirnar komandi vikuskiftið.

– Vit hava als ikki umrøtt tann spurningin, tí hetta kom so knappligt á. Nú fer nevndin at seta seg at umrøða spurningin og so verður venjarin settur í næstu viku. Oddbjørn er hvørki spurdur, um hann hevur áhuga í starvinum og ei heldur hevur hann fingið tað bjóðað. Men vit hava verið væl nøgdir við hann sum hjálparvenjara, sigur Sjúrður Olsen við Norðlýsið.

Oddbjørn Joensen var í fjør venjari hjá HB, sum vann FM heitið. Hann hevur fleiri ferðir áður vant besta liðið hjá AB og er tí kendur í felagnum. Tí er hann helst eitt gott boð uppá komandi AB venjaran. Eisini eftir dystirnar á páskum.