Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til skriv um Musikkskúlan

Malan Thomsen

Tað eru Musikkskúlanevndin og forkvinnan sum hava skrivað skrivið um Musikkskúlan til Býráðslimirnar í havn 13. apríl.

Tað eru Musikkskúlanevndin og forkvinnan sum hava skrivað skrivið um Musikkskúlan til Býráðslimirnar í havn 13. apríl.

Musikkskúlanevndin verður sett av Býráðnum og er sostatt umboð fyri sitandi politisku flokkarnar. Uppgávan hjá Musikkskúlanevndini er, at arbeiða fyri áhugamálum Musikkskúlans.

Musikkskúlanevndin er ætlað at samstarva við sítt politiska bakland, men at nevndarlimur hevur latið júst hetta skrivið farið umvegis býráðspolitikkara er óheppið og tað harmist eg um. Hetta verður tikið upp í nevndini.

Tað sum skrivið snýr seg um er, at fáa gongd á byggingina av Musikkskúlanum.

Forkvinnan í Mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø, hevur nú alment boðað frá, at nýggjur Musikkskúli verður bygdur í hesum valskeiði. Tað eru vit í Musikkskúlanevndini sera fegin um.

Malan Thomsen, forkvinna í Musikkskúlanevndini.
Harleywoodpaint