Hvønn vetur er nógv lív og vevarnir ganga dúgliga á vesvskúlanum, sum virkar undir kvøldskúlaskipanini. Vevskeiðið er so vælumtókt, at tað er altíð fullteknað. 14 næmingarnir kunnu ganga í senn, og ein sleppur bert at ganga í fýra vetrar, fyri at lata so mong sleppa framat vevunum sum gjørligt.
Hvønn vetur er nógv lív og vevarnir ganga dúgliga á vesvskúlanum, sum virkar undir kvøldskúlaskipanini. Vevskeiðið er so vælumtókt, at tað er altíð fullteknað. 14 næmingarnir kunnu ganga í senn, og ein sleppur bert at ganga í fýra vetrar, fyri at lata so mong sleppa framat vevunum sum gjørligt.
Tað er Jacobina Jacobsen, sum skipar fyri undirvísingini í Vevskúlanum. Hon er handarbeiðslærd við veving sum høvuðslærugrein frá Kerteminde í 1985. Klaksvík er einasta staðið í Føroyum, sum hevur ein vevskúla, sum er bygdur til endamálið, og tað var ævintýrarin og litríka kvinnan Aina Cederblom, sum fekk skúlan bygdan úti í Grøv í 1934.
– Fyri at gera tað so hugaligt sum møguligt hjá næmingunum, so verður altíð byrjað við einum hálsaturruklæð, tí tað er tað skjótasta at veva, smalt og ikki serliga langt. Hetta verður gjørt so, at tær koma at kenna mannagongdina, frá hespu til plagg og at seta litir saman og gera eina uppskrift.
Tann fyrsta veturin heldur man seg til tær løttu ísetingarnar. Annan veturin er tað eitt sindur meir krevjandi og soleiðis eisini tann triða veturin. At enda sleppa tær at veva toy til tann føroyska búnan – bæði kvinnu og mannfólkabúnan, sigur Jacobina Jacobsen.
Vanliga eru tað mest kvinnur, sum ganga til veving, men onkuntíð eru menn eisini. Í vetur gongur ein maður, og tað er Jan Mittelstein Simonsen, og hann letur sera væl at.
Jacobina fegnast um at vevskúlin virkar so væl enn eftir ætlanini og ikki minst fegnast hon um, at Klaksvíkar kommuna ger ymiskar ábøtur á skúlan. T.d. Er nýggjur durður gjørdur við flísum og hita í gólvinum og WC. – Tað bøtir nógv um trivnaðin, at ábøtur verða gjørdar á húsið, sigur Jacobina, sum hugalig hevur undirvíst í yvir 25 ár á vevskúlanum.
Tað ber til at síggja nøkur av næmingaavrikunum á stóru framsýningini hjá Klaksvíkar kvøldskúla, sum verður í Ósáskúlanum 27. apríl




