Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í dag í norsku steypakappingini.
Levanger spældi í dag á útivølli móti Steinkjer í norsku steypakappingini. Levanger spældi í 3. bestu deildini í Noregi, meðan Steinkjer spælir eina deild lægri. Levanger vann dystin 4-3, har teir skoraðu sigursmálið í 92. minutti. Føroyski Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði á vøllinum hjá Levanger og skoraði eitt av málunum, tá hann skoraði til 2-1 í 46. minutti, eftir at hann slapp framvið málverjanum og síðani skeyt við vinstra beininum.
Í fyrsta umfarinum í landskappingini vann Levanger fyrr í vikuni 5-2 móti Molde FK2. Tá byrjaði Kaj Leo á vinstra vongi í eini 4-4-2 leikskipan og var við í nógvum uttan tó at skora.
Næsti dystur hjá Levanger í landskappingini er á útivølli móti Gjøvik-Lyn mánadagin.




