Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fáa ein betri fólkaskúla

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík

Samanleggingin av fólkaskúlunum í Klaksvík er eitt frambrot, sum fer at styrkja og menna skúlan og geva børnunum eitt enn betri tilboð

Klaksvíkar býráð hevur nú samtykt, at fólkaskúlarnir í Klaksvík skulu leggjast saman til ein skúla við felags leiðslu. Hetta fegnist eg stórliga um, tí eg meti hetta sum stórt frambrot fyri skúlaskapin íKlaksvík.

Stórir fyrimunir eru við einum samanløgdum skúla, sum kann geva næmingunum enn betri undirvísing, meira nútímans karmar og størri valmøguleikar.

Samanleggingin er ikki gjørd fyri okkum politikarar ella lærararnar. Hon er gjørd við børnunum í huga, so at tey fáa tað besta skúlatilboðið, vit kunnu veita teimum.

Ein samanlagdur skúli fer at hava munandi fleiri valmøguleikar, og fakligheitin verður styrkt, tí lærararnir koma at undirvísa meira í teimum lærugreinum, sum teir eru sterkastir í og mest útbúnir innan. Eisini ber til at fáa meira burtur úr teimum játtaðum tímum, sum skúlin hevur at ráða yvir.

Tað eru eisini nakrar avbjóðingar við einum stórum, samanløgdum skúla, har meira enn 750 næmingar fara at ganga, og tað eru tey, ið stúra fyri at hetta verður ein ov stórur skúli, men millum annað skúlabygnaður fer at gera, at nærleikin í skúlanum verður varðveittur, tí skúlin verður býttur upp í fýra deildir, har varaskúlastjórar fáa námsfrøðiliga ábyrgd.

Samanlagt eru fyrimunirnir við einum samaløgdum skúla so stórir, at vit eisini megna at taka avbjóðingarnar á okkum og loysa tær til gangs fyri næmingin.

Ein betri skúli

Klaksvíkar býráð hevur spælt ein virknan leiklut í arbeiðnum at leggja skúlarnar saman, og tað fara vit eisini at gera frameftir. Vit kenna ábyrgd fyri fólkaskúlanum og vilja saman við øðrum verða við at styrkja og menna skúlan í Klaksvík.

Bygnaðarbólkurin, sum hevur arbeitt við fólkaskúlanum í Klaksvík seinastu mánaðirnar, hevur arbeitt sera miðvíst og professionelt. Bólkurin hevur latið fólk, sum varða av skúlanum, hava møguleikan at koma til orðanna, og hevur viðgjørt allar ivaspurningar væl og virðiliga. Nú skal ein Byggibólkur ganga ígjøgnum ítøkiligu ætlanina at útbyggja fólkaskúlan í Klaksvík, og har vænta vit eitt tilmæli um ein mánað.

Klaksvíkar kommuna vil seta øll segl fyri at gera samanleggingina so skynsama sum gjørligt. Vit vita, at vit bróta upp úr nýggjum, tí vit gera grundleggjandi broytingar í lokala skúlaumhvørvinum, og vit fáa landsins størsta skúla, men vit eru eisini sannførd um, at vit frameftir fáa ein munandi betri fólkaskúla, har frálæran til okkara børn verður styrkt, teirra valmøguleikar verða fleiri, og teirra umstøður og trivnaður verða betur.

Jógvan Skorheim,

borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Harleyfacadeacryl