Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Heri Nolsøe Føroyameistari fyri einstakligar í Billard 2014

Norðlýsið

FM kapping fyri einstakligar var hildin í hølunum hja Klaksvíkar Billardfelag seinasta vikuskiftið,8 spælara vórðu við til kappingina.

FM kapping fyri einstakligar var hildin í hølunum hja Klaksvíkar Billardfelag seinasta vikuskiftið,8 spælara vórðu við til kappingina.

Byrja var fríggjadagin kl 13.Serliga 2 spælara løgdu hart út,Jakup Baldvinsson úr Fuglafyrði,og Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri. Hesir leiktu so mikið væl at baðir komu í finaluna sum var leikt leygardagin kl 15. Finalan sjálv bleiv ongatíð spennandi,av tí at sera illa gekk í hond hja Jakup Baldvinsson, serliga í fyrra hálvleiki, har hann bert fekk 124 eygu, meðan tað gekk, sum eftir ánni hja Páll Hera Nolsøe, sum hevði 540 eygu. Finalan endaði við at, ungi evnaríkið Tvøradrongurin vann sannførandið, við 928 eygum, meðan Jakup fekk 528 eygu. Hetta er fyrstu ferð at Páll Heri vinnur eina stóra kapping, men neyvan seinastu ferð, hann er bert 20 ára gamal, og er samstundis yngstið spælara, naknatíð sum hevur vunnið FM. 

Nr 3 gjørdist Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba, nr 4 bleiv Jens Kjartan Feilberg úr Fuglafjara Billardfelag.

Fyrrverðandi FM vinnarar, so sum Kristian Suni Høgnesen,og Max Rasmusen, stóðu seg sera illa, og endaðu, sum nr 5 og 7. 

Eftir kappingina vórðu steyp,sum Føroya Bjór, KBI, og Effo høvdu latið, handað til ymsu vinnarnir í vetur.

FM vinnara í 1 Deild KBF1(Hallur Joensen og Kristian Suni Høgnesen). 

Vinnara í 2 Deild KBF2 (Sonhard Johannesen og Urbanus Olsen) vinnari av 3 Deild BFF4 (Jakup Oluf Vørðhamar og Danjal Pauli Joensen).

Billardkappingárnar eru av á hesum sinnið,byrja verður aftur í oktobur 2014.