Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar HF-skeið í samstarv við Norðlýsið

Fyrri P og Óluva

Hósdagin vitjaði fyrri p Norðlýsið. Í sambandi við samskifti í lærugreinini føroyskt høvdu næmingarnir spurningar til blaðstjórnina.

Hósdagin vitjaði fyrri p Norðlýsið. Í sambandi við samskifti í lærugreinini føroyskt høvdu næmingarnir spurningar til blaðstjórnina.

Næmingarnir í fyrra P eru sera fegnir um vitjanina á Norðlýsinum. Vit vóru væl móttikin, og blaðstjórin, Oliver Joensen, og stjórin, John William Joensen, vóru blíðir og týðir og søgdu frá viðurskiftunum á blaðnum. Tað var forvitnisligt at hoyra um blaðsøguna, hvussu gamalt blaðið í veruleikanum er. Og stuttligt var eisini at frætta um teir ymsu blaðstjórarnar. Í millum teirra taldist eitt skifti næmingarnir á Klaksvíkar HF-skeiði!

Blaðið og umhvørvið

Blaðstjórin dugdi væl at siga frá, hvussu nógv arbeiðið er broytt í blaðheiminum. Vit sóu blýggj-stavir, ið brúktir vórðu í gomlum døgum. Tað var ikki sum at siga tað at royna at seta navn sítt upp speglvent, sum teir gomlu setararnir máttu.

Redaktiónin greiddi væl frá, hvørjir tankar liggja aftan fyri, tá skrivað verður í einum lokalsamfelag. Nógvir ágóðar eru at virka tætt saman við fólki. Góðar og hugfarsligar søgur daga fram her í umhvørvinum, sum tú ikki finnur aðrastaðir. Upplandið her er nógv øðrvísi enn t.d. í Havn, har flestu miðlar virka. Men hinvegin, so eru avmarkingar, tá øll kenna øll, og hugsast má ofta um avleiðingarnar, áðrenn ein søga fer út.

Norðlýsið sterkt brand

Norðlýsið stendur sterkt í hugaheiminum á norðoyingum. Øll hava ein meining um Norðlýsið. Tá vit komu aftur av vitjanini, tá høvdu vit eina aðra fatan av blaðnum. Vit høvdu upplivað eina virkna og hugagóða familjufyritøku, ið er nakað fyri nærumhvørvið. Eina visjonera, men lítla redaktión, ið leggur seg eftir at gera sítt arbeiðið so væl sum til ber.

Samstarvsavtala í millum blað og næmingar

Vit í fyrra p fara framyvir at vera sjónlig í blaðnum. Vit ætla okkum til New York í heyst á námsferð, og sum part av fyrireikingini og sum lið í føroysktlærugreinini fara vit at skriva greinar fyri Norðlýsið. Lesarin kann vænta sær spennandi greinar um festivalar, tónleik, pátrúgv og ítrótt, og vit fara eisini at taka temperaturin á ungdómslívinum í Klaksvík,

Fyrri P og Óluva