Leivur Vitalis, varaskúlastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð, heldur tað verða óskiljandi at Mentamálaráðið ikki hevði ein plan B tá telduskipanin sveik í samband við Landsroyndirnar. Sum Norðlýsið skilir er ætlanin at Landsroyndirnar verða upptiknar aftur í hesum mánaðinum

1.400 skúlanæmingar í 4. og 6. flokki skuldu til landsroynd men royndin endaði í kaos tá telduskipanin ikki ryggaði sum hon skuldi. Landstýrismaðurin í Mentamálum hevur verið alment úti og biði um umbering fyri at næmingar, lærarar og foreldur vóru órógvaði av miseydnaðu landsroyndini.
Leivur Vitalis, varastjóri í Skúlanum á Ziskatrøð sigur at tað er óskiljandi at Mentamálaráðið satsaði alt uppá telduskipanina.
– Tað byrjaði væl men sum fráleið gjørdist telduskipanin stirvin og tað ørkimlaði næmingarnar nógv at skipanin arbeiddi so seint. Royndin sum skuldi taka hálvan tíma var longd til ein tíma og tá fyrsti parturin var liðugur var avgjørt at steðga við royndini.
– Eg skilji ikki at Mentamálaráðið ikki hevði ein plan B tá so nógvir trupulleikar vóru tá skipanin var royndarkoyrd. Tað hevði ikki verið nakar trupulleiki hjá okkum lærarum at deilt skrivlig spurnar brøv út til næmingarnar – men hetta var ikki gjørligt tí mentamálaráðið hevði satsa alt uppá at royndin skuldi verða talgilt.
Sum skilst ferð Mentamálaráðið at koma við eini fráboðan at Landsroyndirnar verða í næstum og so verður spennandi at vita um ætlanin er at gera ein talgylta roynd afturat.