Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KLAKSVÍKINGAR á sølumessu í Brússel – til tjóðarbygging

John William Joensen

Stóra altjóða fiskivinnumessan í Brússel er eitt dømi um at pelagisku feløgini í Føroyum hava ment seg nógv seinastu árini. Av sonnum kann sigast at yvirskoti, sum politikarar og búskaparfrøðingar í Havn í dag kappast um at fáa hendur á – av vinnuni er brúkt til menning av vøru og sølufremjan til frama fyri fólk og tjóð.

Stóra altjóða fiskivinnumessan í Brússel er eitt dømi um at pelagisku feløgini í Føroyum hava ment seg nógv seinastu árini. Av sonnum kann sigast at yvirskoti, sum politikarar og búskaparfrøðingar í Havn í dag kappast um at fáa hendur á – av vinnuni er brúkt til menning av vøru og sølufremjan til frama fyri fólk og tjóð.

Í morgin lata dyrnar upp til heimsins stórstu fiskuvinnumessu i Brússel, Seafood Expo Global 2014.

Føroyskar fyritøkur hava luttikið á Seafood Expo Global í nógv ár, men hetta er tó fyrsta árið, at Vinnuhúsið samskipar landabásin. Seafood Expo Global er heimsins stórsta sølumessa innan sjógæti, har fyritøkur í tríggjar dagar møta kundum og fáa samband við møguligar nýggjar kundar og marknaðir.

Pelagiska vinnan í Føroym, sum fyri nøkrum fáum árum síðan landaði óviðgjørdan fisk uttanlanda hevur ment seg til at verða ein av fremstu matvøruframleiðarum í heiminum, har fyritøkurnar sjálvar í stóran mun selja til enda-kundan í Evropa og Asia. Básurin hjá Northpelagic er eisini framleiddur í Klaksvík av Grafia og tað er tankavekjandi og eggjandi at síggja ungar klaksvíkingar standa á egnum beinum í Brúsell. Vøran er fiskað av framkomnum føroyskum skipum við føroyskum manningum, framleidd umborð av føroyskum hondum og seld av føroyskum sølufelag til brúkarar um allan heimin.

Av sonnum kann sigast at yvirskoti, sum politikarar og búskaparfrøðingar í Havn í dag kappast um at fáa hendur á – av vinnuni er brúkt til menning av skipum, framleiðslu eindum, matvøru og sølufremjan til frama fyri fólk og tjóð.

Alt hetta er skapt uttan stuðul úr landskassa sum stendur í beinleiðis andsøgn til tað alment stuðlaðu fiskaframleiðslu sum eru í londunum kring okkum og sum føroysk sølufólk dagliga kappast við.

ES hevur júst sjósett ein nýggjan fiskivinnupolitikk har milliardir eru avsettar sum stuðul til marknaðarføring av fiskavørum úr ES – at kappast við m.a. føroyskar fiskavørur. 

VIDEO um Norðborg sum er við á messuni