So verður lagt upp til ein spennandi dag í Badmintonhøllini í morgin, leygardagin kl.15 – 18; har feløgini fáa høvi at kunna um hvørji tey eru, hvat tey gera og hvussu ber til at gerast limur, etc.
So verður lagt upp til ein spennandi dag í Badmintonhøllini í morgin, leygardagin kl.15 – 18; har feløgini fáa høvi at kunna um hvørji tey eru, hvat tey gera og hvussu ber til at gerast limur, etc.
Eisini veðurEik-Hálvmaraton steypa- og heiðursmerkjahandan
Endabrak – Heilsuvikan
Leygardagin 10. mai verður lagt upp til eitt størri endabrak í Badmintonhøllini, har m.a. EIK-Hálvmaraton endar, og steypa- og heiðursmerkini frá renningini verða handað.
Flestu ítróttarfeløgini í býnum vera við, har tey greiða frá virksemi sínum – KÍ, Stjørnan, FullPower, Mjølnir, Klaksvíkar Badmintonfelag, Klaksvíkar Róðrarfelag, Team Klaksvík, Íðka, Treysti o.o.
Eisini verða tónleikur við Pætur við Keldu, borgarstjórin heldur røðu og okkurt leskandi á skránni.
Skráin
Kl 15.00 – 15.30 Klaksvíkar Badmintonfelag – sýnisdystir
Kl 15.30 – 15.40 Jógvan Skorheim, borgarstjórin setur dagin
Kl 15.40 – 16.10 Rógving, Klaksvíkar Róðrarfelag
Kl 16.15 – 16. 45 LineDans
Kl 17.00 – 17.15 Hæddarlop, Treysti
Kl 17.30 – 18.00 Eik-Hálvmaraton steypa- og heiðursmerkjahandan
Við ynski um ein góðan dag!




