Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skapa títt egna starv

Tíðindaskriv

Dagarnar 15. til 17. mai skipar Íverksetarahúsið í Føroyum fyri einum spennandi StartupFøroyar tiltaki í Keypmannahavn.

Býrt tú í Danmark? So hevur tú nú møguleikan at gera ein mun í Føroyum.

Dagarnar 15. til 17. mai skipar Íverksetarahúsið í Føroyum fyri einum spennandi StartupFøroyar tiltaki í Keypmannahavn.

Undir heitinum Skapa títt egna starv, skipa vit fyri einum tiltaki, sum er fyri allar føroyingar, ið hava áhuga fyri íverksetan og sum vilja skapa nakað ntt, og ikki minst fyri tey lesandi, sum kundu hugsað sær at komið heim aftur á klettarnar eftir loknan lestur við einum góðum íverksetara førningi.

Við StartupFøroyar seta vit nevnliga fokus á tað hugskotsríkidømi, sum finnst ímillum føroyingar og føroysk lesandi, og við hjálp av røttu amboðunum og ráðgevingini frá royndum mentorum, fáa vit tjekka, hvussu langt hugskotini røkka.

Endamálið er at arbeiða við hugskotum frá byrjan til realisering uppá einans eitt vikuskifti, og ein dómsnevnd ger av hvat besta hugskotið er. Vinningurin er ein ráðgevingarpakki frá Vinnuframa áljóðandi kr. 50.000,-, umframt seks mðr. arbeiðspláss í KPH – projects.

Øll, ið hava áhuga í íverksetan, eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Alt tiltakið er ókeypis. Kaffi, morgunmatur, frokostur og annað gott verður at fáa.

Vit byrja hósdagin 15. mai kl. 17:00 við fyrilestrum, kreativari upphiting, brainstormi og hugskotum. Síðani koma luttakarnir at arbeiða í bólkum fríggjadagin og leygardagin. Tiltakið endar leygarkvøldið við framløgum, har tað besta hugskotið verður virðislønt.

Melda teg til StartupFøroyar í Keypmannahavn og fá amboðini til at skapa títt egna starv


Tilmelding á is@is.fo

Sí skrá www.is.fo.

Sí eisini event á FB: https://www.facebook.com/events/631639213571853/?fref=ts

“Ask not what your country can do for you – ask what you can do for your country”.